Eitt brúgvalag nærkast Føroyum av suðri, men mikudagin bakkar brúgvalagið aftur í ein sunnan, burtur frá Føroyum. Síðani fer kaldari luft við vetrarælum at streyma inn yvir landið av landnyrðingi. Um vikuskiftið fer ein hátrýstsryggur framvið av vestri.
Í dag
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av eystri, seinni landnyrðingi, 10 til 15 m/s. Skýggjað og ælaveður, møguliga vátaslettingur ella kavi. Í kvøld og í nátt klárar í, tó okkurt vátaslettings- ella kavaæl. Hitin millum frostmarkið og 5 hitastig.
Í morgin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 m/s. Sólglottar og okkurt vátaslettings- ella kavaæl og hitin millum 1 og 5 stig, um náttina beint undir frostmarkið í støðum.
Fríggjadag
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 m/s, sum frá líður hækkar í ein norðan og makar í andøvsgul upp í strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Sólglottar og okkurt kava- ella vátaslettingsæl. Hitin úr frostmarkinum upp í 3 hitastig, um náttina millum 3 kuldastig og frostmarkið.
Leygardagin
Gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s. Sólglottar og okkurt vátaslettings- ella kavaæl, men um náttina øtlar hann vindin av vestri og útnyrðingi, í stívt andøvsgul upp í hvassan vind við kava ella vátaslettingi. Hitin millum 1 og 5 stig, um náttina millum 2 kuldastig og 3 hitastig.
Sunnudagin
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, sum makar í lot til andøvsgul av ymsum ættum, 3 til 8 m/s. Yvirhøvur trut og sólglottar og hitin millum 2 kuldastig og 2 hitastig. Um náttina øtlar hann vindin av suðri í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, skýggjað, men turt. Hitin millum 4 og 7 stig.
Mánadagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur turt og skýggjað og hitin millum 4 og 7 stig.