Vedddingarfyritøkurnar hella til ein ÍF-sigur

Her eru oddsini hjá altjóða veddingarfyritøkum upp á lagnudystin hjá ÍF móti B68 í morgin klokkan 15

Í morgin klokkan 15 er lagnudystur hjá ÍF á vøllinum við Fløtugerði í Fuglafirði. 

 

ÍF tekur móti B68, og megna teir at vinna á B68 ella at fáa ein javnleik hava teir bjargað plássinum í Betrideildini.

 

Tapir ÍF hinvegin og TB vinnur á 07 Vestur við Stórá í Trongisvági endar ÍF næstaftast við einum verri málmuni enn TB.

 

Oddsini hjá veddingarfyritøkunum upp á dystin millum ÍF og B68 eru rættiliga jøvn, men veddingarfyritøkurnar hella til ein sigur til ÍF.

 

Miðaloddsini upp á ein heimasigur til ÍF eru 1,99.

 

Miðaloddsini upp á ein útisigur til B68 eru 3,22.

 

Miðaloddsini upp á ein javnleik, ið bjargar sessinum hjá ÍF í Betrideildini eru 3,51.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##