Veddingarfyritøkurnar hava HB sum greiðan favoritt

Sambært 17 veddingarfyritøkum eigur HB at vinna á Inter Club Escaldes úr Andorra

Hóast HB misti heimavallarfyrimunin, og hóast HB skal spæla dyst í nógvum hita móti Inter Club D´Escaldes úr Andorra, ið er eitt lið sum við Ildefons Lima á odda verjir væl, og hartil ofta hart, so er HB greiður favorittur at vinna á Inter Club D´Escaldes aftaná vanliga leiktíð.

 

Tað halda 17 altjóða veddingarfyritøkur.

 

Hálvfinalan millum HB og Inter Club D´Escaldes, ið verður spæld í Albania byrjar klokkan 19 í kvøld. Vinnarin møtir vinnaranum av dystinum millum Folgore úr San Marino og Prishtina úr Kosovo. FInalan verður leikt fríggjadagin. Vinnarin fer víðari til fyrsta undanumfarið í Champions League kappingini. 

 

In.fo hevur saman við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum. 

 

Oddsini uppá sigur til HB aftaná vanliga leiktíð liggja millum 1,35 og 1,42.

 

Oddsini uppá sigur til Inter Club Escaldes aftaná vanliga leiktíð liggja millum 5,80 og 9,0.

 

Oddsini uppá javnleik liggja 4,20 og 4,95.

 

Veddingarfyritøkur: HB-Inter Club D´Escaldes  HB-sigurJavnleikurD´Escaldes-sigur
10Bet   1.35 4.95 8.25
188BET   1.37 4.15 6.60
1xBet   1.34 4.54 8.60
888Sport   1.37 4.55 8.00
bet-at-home   1.35 4.50 8.00
Betfair   1.36 4.50 8.00
Betsafe   1.35 4.50 7.50
Betsson   1.35 4.50 7.50
BetVictor   1.40 4.50 9.00
Betway   1.36 4.33 7.50
bwin   1.42 4.33 7.25
Interwetten   1.40 4.30 8.00
Pinnacle   1.36 4.68 8.31
SBOBET   1.37 4.07 5.80
Unibet   1.37 4.55 8.00
William Hill   1.35 4.20 8.50
youwin   1.40 4.20 6.75
Betfair Exchange   1.38 4.42 8.60
Gjøgnumsnitsodds:1.374.437.74