Veddingarfyritøkurnar hella aftur til ein Budocnost-sigur

14 altjóða veddingarfyritøkur hella allar sammælt móti einum heimasigri til Budocnost í annaðkvøld

Í annaðkvøld klokkan 19 er sannleikans tími hjá HB.

 

HB hevur mangan gjørt tað gott í evropeiskum dystum á heimavølli, men tað hevur mangan verið manglandi úrtøkan á útivølli sum hevur kostað víðari luttøku.

 

Tá HB fer á vøllin móti Budocnost Podgorica í Montenegro í annaðkvøld klokkan 19 hevur HB eina 4-0 leiðslu frá fyrra dystinum í Gundadali í farnu viku. Tí skal nógv ganga galið um HB ikki vinnur seg víðari til triðja undanumfar í Europa Conference League, men sum tey siga í føroyskum politikki: "Einki er liðugt fyrrenn alt er liðugt". HB kemur eisini at stríðast í væl yvir 30 hitastigum í annaðkvøld.

 

Aftur hesaferð hella altjóða veddingarfyritøkurnar meir til ein sigur til Budocnost.

 

Oddsini hjá 14 veddingarfyritøkum uppá heimasigur til Budocnost aftaná vanliga leiktíð liggja millum 1,95 og 2,10. 

 

Oddsini hjá somu veddingarfyritøkum uppá útisigur til HB aftaná vanliga leiktíð liggja millum 2,75 og 3,16.

 

Oddsini uppá javnleik aftaná vanliga leiktíð liggja millum 3,35 og 4,20.

 

Í annaðkvøld klokkan 19 sigur FM1 beinleiðis frá Víkingur-NSÍ, men ein dagføring úr Podgorica verður við 25 minuttir, 45 minuttir, 70 minuttir og 90 minuttir. 

 

 

 

Veddingarfyritøkur: Budocnost Podgorica-HB (vanlig leiktíð)  HeimasigurJavnleikurÚtisigur
10Bet   2.00 4.10 2.90
1xBet  2.083.603.16
bet-at-home  2.023.802.75
Betfair   2.00 3.75 3.00
Betsafe  2.004.203.00
Betsson  2.004.203.00
Betway  2.053.753.10
bwin  1.95 3.75 3.00
ComeOn   1.95 3.95 2.80
Interwetten  2.103.852.85
Pinnacle   1.99 3.84 2.76
SBOBET  2.103.352.68
William Hill  2.003.403.00
youwin  1.95 3.60 2.95
Gjøgnumsnitsodds2.013.802.93