Veddingarfyritøkurnar hella eitt lítið vet til føroyskan sigur

Her eru oddsini upp á dystin Føroyar-Kasakstan

Mynd: Ritzau Scanpix

Í morgin klokkan 17 skal føroyska landsliðið runda landsliðsárið av við einum venjingardysti móti Kasakstan, ið eisini eru lidnir við at spæla HM-undankappingardystir.

 

Dysturin verður leiktur á Stadion Aldo Drosina leikvøllinum í býnum, Pula í Kroatia. So okkara hava ikki havt eina langa ferð til hendan dystin. 

 

Kasakstan fekk ein flottan enda upp á HM-undankappingina við javnleiki 1-1 á heimavølli móti Belgia.

 

Oddsini hjá altjóða veddingarfyritøkum upp á dystin millum Føroyar og Kasakstan eru næstan jøvn. Tó hella veddingarfyritøkurnar eitt pinkalítið vet til ein føroyskan sigur.

 

Oddsini upp á føroyskan sigur liggja millum 2,25 og 2,44.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,10 og 3,43.

 

Oddsini upp á kasakstanskan sigur liggja millum 2,88 og 3,13. So tað er ikki nógv sum skilir liðini. 

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

Mynd: Ritzau Scanpix