Jógvan er fremsti maður í Grenoble

Áki D. Samuelsen er millum teir fyrstu ellivu, eftir at hann ímóti Ungarn var tað einasti, sum alla tíðina var á beinkinum

Klokkan 20 verður fyrstu bríksl í Grenoble í Fraklandi, har føroyska U-21 landsliðið í fótbólti fer at spæla EM undankappingardyst ímóti Fraklandi, sum í síðsta mánað vann 6-0 í Klaksvík.

 

Ólavur Mikkelsen hevur broytt føroyska liðið, síðani tað hóskvøldið endaði við 3-0 tapi í vinadysti ímóti Ungarn í Budapest.

 

Eitt nú er Jógvan Glerfoss fremsti maður í kvøld, Áki D. Samuelsen er ytstur á miðvøllinum í vinstru, Bjarti Thorleifsson er vongverji í høgru, og Mattias Hellisdal er á miðvøllinum. Hesir avloysa ávikavíst Thomas Bjørn Miezan, Djóna Samuelsen, Hanus Højgaard og Dávid B. Andreasen.

 

Føroyar: Hans Jákup Arngrímsson – Bjarti Thorleifsson, Ejvind Restorff Mouritsen, Ingi Arngrímsson, Jákup Norðoy Vilhelmsen, Virgar Jónsson – Heini Sørensen, Mattias Hellisdal, Árni Nóa Atlason, Áki D. Samuelsen – Jógvan Gullfoss

 

Á bonkinum: Rasmus Olsen, Hanus Højgaard, Jónas Prior, Aron Reinert Hansen, Marjus Nón, Dávid Biskopstø Andreasen, Djóni Samuelsen, Markus Isaksen og Thomas Bjørn Miezan.