Føroyar høvdu Frakland á knøunum

U-21 EM undankapping: Dómarin gav heimaliðnum í Grenoble brotsspark í fyrra hálvleiki, og í síðstu løtu var um reppið, at Føroyar javnaðu

Tað var vorðið sum punktum, ið føroyska U-21 landsliðið í fótbólti og venjarin Ólavur Mikkelsen í kvøld settu fyri hetta kappingarárið. Fyritreytirnar kendust ikki nakað serligar undan stóru avbjóðingini í Grenoble í Fraklandi. Fyri einum mánað síðani spældi Frakland føroyska liðið út av vøllinum í Klaksvík, har gestirnir vunnu 6-0.

 

Og hóskvøldið endaði vinadystur í Bukarest við 3-0 tapi til ungversku vertirnar.

 

Í kvøld var talan um fínt føroyskt avrik. Frakland vann 1-0, og einasta málið varð átta minuttir undan steðginum skorað við brotssparki. Føroysku spælararnir kendu seg burturdømdar av dómaranum úr Moldova, og tað høvdu teir alla orsøk til.

 

Í nærdysti á baklinjuni dygst innanfyri brotsteigarmarkið í høgru varð bólturin skotin upp í armin á eyðsýnda vongverjanum Virgari Jónsson, sum ongan møguleika hevði at verja fyri. Fjarstøðan var ein metur, og armurin var upp á pláss.

 

Føroyska verjuspælið var sera væl skipað í 5-4-1 uppstilling. Heimamenninir vóru meiri á bóltinum, men tað eydnaðist teimum ikki at spæla seg til upplagdar málmøguleikar, og so varð tað ofta soleiðis, at teir royndu seg við skotum úti frá, og tí disiplinini vóru teir ikki kringir í.

 

Hóast føroysku spælararnir runnu nógv, so megnaði føroyska liðið støðugt at vera væl skipað, og tað var onkra ferðina um reppið, at álopsroyndirnar bóru mál við sær. Í fyrra hálvleiki megnaði Jógvan K. Gullfoss, sum var fremsti maður, at sneiða seg leysan í høgru, og tá ið hann legði flatt innfyri, stýrdi miðvallarin Mattias Hellisdal bóltin omanfyri málið.

 

Í seinna hálvleiki var um reppið, at innskifti Dávid B. Andreasen spældi úr høgru og tvørturum til Áka D. Samuelsen, men tað endaði við horna til Føroyar.

 

Sum tíðin leið, kendist tað sum um, at fraklendingarnir hugsaðu meiri um at verja tepru leiðsluna enn at dyrgja eftir at royndini at økja um munin. Og í evstu løtu var tað heilt tætt við, at tað eydnaðist Føroyum at javna. Eftir horna úr høgru royndi innskifti Thomas Bjørn Miezan seg við nærra stólpa við stútara, og bólturin streyk dygst framvið handara stólpa.

 

Næsti dystur hjá Ólavi Mikkelsen og U-21 landsliðnum verður 27. mars, tá ið Føroyar fara at spæla á útivølli ímóti Sveis.

 

 

 

Frakland – Føroyar 1-0 (1-0)

 

U-21 EM undankappingarbólkur C í fótbólti fyri menn

 

Mánadagin 17. november 2025 kl. 20.00 í Stade des Alpes í Grenoble

 

1-0: Mathys Tel br 37.

 

Dómarabólkur úr Moldova: Igor Bosca, Vlad Lifciu, Victor Mardari og Daniel Luca (4. dómari)

 

Føroyar: Hans Jákup Arngrímsson – Bjarti Thorleifsson (Jónas Prior, 69.), Ejvind Restorff Mouritsen (Hanus Højgaard, 89.), Ingi Arngrímsson, Jákup Norðoy Vilhelmsen, Virgar Jónsson – Heini Sørensen (Thomas Bjørn Miezan, 89.), Mattias Hellisdal (Djóni Samuelsen, 89.), Árni Nóa Atlason, Áki D. Samuelsen – Jógvan Gullfoss (Dávid B. Andreasen, 61.)

 

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Rasmus Olsen, Aron Reinert Hansen, Marjus Nón, Markus Isaksen

 

Venjari: Ólavur Mikkelsen

 

Hjálparvenjari: Poul N. Poulsen