Niðurlond og Týskland vunnu seg til HM-endaspælið við stórsigrum

Stóru fótbóltstjóðirnar traðkaðu í karakter í seinasta leikumfarinum

Niðurlond og Týskland hava vunnið seg til enn eitt HM-endaspæl. Í kvøld tryggjaðu stóru fótbóltstjóðirnar sær pláss í HM-endaspælinum í USA, Meksiko og Kanada við stórsigrum á heimavølli í tí seinasta leikumfarinum í undankappingarbólkunum.

 

Í undanbólki A var dúkað til bólkafinalu millum Týskland og Slovakia, ið bæði høvdu 12 stig undan dystinum í kvøld. Men spenningur gjørdist eingin. Týskland vann stórsigur 6-0. Longu í steðginum var støðan 4-0. Í sama bólki vann Norðurírland á heimavølli í Belfast 1-0 á Luksemborg.

 

Týskland vinnur bólkin við 15 stigum. Slovakia hevur 12 stig á øðrum plássinum, og skal spæla Play Off dystir um rættin at kappast í HM-endaspælinum. Norðurírland hevur níggju stig á triðja plássinum, og Luksemborg er aftast við ongum stigi. 

 

Í undanbólki G tryggjaðu Niðurlond sær bólkasigurin við stórsigri 4-0 á Litava á heimavølli. Á útivølli mátti Pólland stríðast fyri einum harðvunnum 3-2 sigri á Malta. 

 

Niðurlond vinna bólkin við 20 stigum, og Pólland tekur annað plássið við 17 stigum. Pólland skal sostatt spæla um rættin at kappast í HM-endaspælinum. Finnland hevur 10 stig á triðja plássinum, og Malta hevur fimm stig á fjórða plássinum. Litava er aftast við trimum stigum. 

 

Í okkara bólki, undanbólki G vann Kekkia ein knúsandi 6-0 sigur á Gibraltar. Longu í steðginum var støðan 5-0. Kroatia vann á útivølli 3-2 á Montenegro. Montenegro var á odda 2-0 longu aftaná 17 minuttir, men Kroatia kom sterkt aftur. 

 

Kroatia er langt fremst í bólkinum við 22 stigum. Kekkia hevur 16 stig á øðrum plássinum, og skal spæla Play Off dystir um rættin at kappast í HM-endaspælinum. Føroyar endaðu á triðja plássinum við 12 stigum. Montenegro hevur níggju stig á fjórða plássinum, og Gibraltar er aftast við ongum stigi. 

 

Týskland-Slovakia 6-0 (4-0)

1-0 Nick Woltemade ('18 )

2-0 Serge Gnabry ('29 )

3-0 Leroy Sane ('36 )

4-0 Leroy Sane ('41 )

5-0 Ridle Baku ('67 )

6-0 Assan Ouedraogo ('79 )

 

Norðurírland-Luksemborg 1-0 (1-0)

1-0 Jamie Donley, br. ('44 )

 

Niðurlond-Litava 4-0 (1-0)

1-0 Tijani Reijnders ('16 )

2-0 Cody Gakpo, br. ('58 )

3-0 Xavi Simons ('60 )

4-0 Donyell Malen ('62 )

 

Malta-Pólland 2-3 (1-1)

0-1 Robert Lewandowski ('32 )

1-1 Irvin Cardona ('36 )

1-2 Pawel Wszolek ('59 )

2-2 Teddy Teuma, br. ('68 )

2-3 Piotr Zielinski ('85 )

 

Montenegro-Kroatia 2-3 (2-1)

1-0 Milutin Osmajic ('3 )

2-0 Nikola Krstovic ('17 )

2-1 Ivan Perisic, br. ('37 )

2-2 Kristijan Jakic ('72 )

2-3 Nikola Vlasic ('87 )

 

Kekkia-Gibraltar 6-0 (5-0)

1-0 David Doudera ('5 )

2-0 Tomas Chory ('18 )

3-0 Vladimir Coufal ('32 )

4-0 Adam Karabec ('39 )

5-0 Tomas Soucek ('44 )

6-0 Robin Hranac ('51 )