Í annaðkvøld klokkan 18 verður eitt brak av einum dysti í Betrideildini tá HB og KÍ bresta saman á ovara vølli í Gundadali.
Vinnur KÍ vera teir so greitt á odda, at tað verður sera torført at vinna oddasessin frá teimum aftur. Javnleikur heldur góðu støðuna KÍ hevur nú.
Skal spenningur koma í kappingina um FM-gullið krevur tað ein HB-sigur.
FM1 sigur beinleiðis frá dystinum - øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo
Níggju veddingarfyritøkur lata odds uppá dystin. Tær hella allar móti einum KÍ-sigri.
Oddsini uppá sigur til KÍ liggja millum 2,09 og 2,20. Oddsini uppá sigur til HB liggja millum 2,65 og 2,85. Oddsini uppá javnleik liggja millum 3,60 og 3,80.
Veddingarfyritøkur: HB-KÍ | Heimasigur | Javnleikur | Útisigur | ||
---|---|---|---|---|---|
1xBet | 2.81 | 3.70 | 2.20 | ||
bet-at-home | 2.65 | 3.65 | 2.09 | ||
Betfair | 2.75 | 3.80 | 2.15 | ||
Betsafe | 2.75 | 3.75 | 2.15 | ||
Betsson | 2.75 | 3.75 | 2.15 | ||
BetVictor | 2.75 | 3.60 | 2.10 | ||
Interwetten | 2.75 | 3.65 | 2.15 | ||
youwin | 2.85 | 3.70 | 2.20 | ||
Betfair Exchange | 2.79 | 3.66 | 2.16 | ||
Gjøgnumsnitsodds | 2.76 | 3.70 | 2.15 |