Tað er klokkan 19.00 føroyska tíð, at 10 sangarar fara at dystast um at umboða Danmark til Eurovision Song Contest. Føroyska Kristel Lisberg er ein teirra. Skulu vit trúgva veddingarheimasíðum, fer hon at klára seg væl. Men ikki nóg væl til at fara við sigrinum.
À veddingarsíðum kanst tú vedda pengar upp á alt frá ítrótt til politikk. Og í dag kanst tú eisini seta tínar pengar á tann sangara, tú heldur, fer at vinna danska Melodi Grand Prix 2016.
Og tað hava fleiri longu gjørt. Tølini á trimum stórum veddingarsíðum tekna somu mynd: Tað er Signe Egeriis við sanginum Heart Shaped Hole sum fer við sigrinum í kvøld. Kristel Lisberg svingar millum eitt triðja og fjórða pláss
Skulu vit trúgva veddingartølunum, fer Kristel Lisberg at hava ringt við at hála seg upp á eitt fyrstapláss. Hóast tølini siga, at Kristel Lisberg hevur góðan kjans at gerast millum trý tey bestu, eru tey nevniliga nógv flest, ið hava sett sínar pengar á Simone Egeriis.
Melodi Grand Prix verður sent beinleiðis á DR1 klokkan 19.00 føroyska tíð. Tað er 45. ferð, at Melodi Grand Prix verður hildið í Danmark og hesu ferð verða vertirnir Jacob Riising og møðgurnar Annette og Hilda Heick.
Kringvarpið hevur ikki rættindi at samsenda.
Hesir eru sangirnir í ár:
1) David Ray – Rays of Sunlight
2) Simone – Heart Shaped Hole
3) Bracelet – Breakaway
4) Sophia Nohr – Blue Horizon
5) Veronicas Illusion – The Wrong Kid
6) Lighthouse X – Soldiers of Love
7) Kristel Lisberg – Who Needs a Heart
8) Jessica – Break It Good
9) Muri & Mario – To Stjerner
10) Anja Nissen – Never Alone
Keldur:
oddsforum.dk
melodigrandprix.dk