Veðrið

.

Veðrið í dag:

Lot til andøvsgul av vestri, skýggjað og kanska okkurt ælið. Hitin millum 1 og 3 stig.


Veðrið hósdagin:

Lot til andøvsgul av vestri ella útnyrðingi og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 1 og 4 stig.


Veðrið fríggjadagin:

Fyrst lot til andøvsgul av vestri ella útnyrðingi, turt og sólglottar. Seinni lækkar hann niður í útsynning og veksur vindin upp í strúk. Regn vestaneftir og hitin kemur upp í 2 til 6 stig.


Veðrið leygardagin og sunnudagin:

Andøvsgul upp í ein strúk av vestri, skýggjað og regn av og á og hitin millum 2 og 6 stig. Seinni hækkar hann upp í útnyrðing og veksur vindin til hvassan vind. Ælaveður, partvís vátaslettingur ella kavi og hitin fellur niður um frostmarkið.


Í gjár:

Eitt hátrýst, 1030 hPa. frá Bretsku Oyggjunum til Íslands stendur mestsum í stað, men viknar nakað. Eitt lágtrýst, 985 hPa. yvir Norður-Skandinaviu fer í ein eystan og grynnist spakuliga.


Í dag:

Kuldabrúgvin haðani til Føroya fer suðureftir og hevur kaldari luft við sær. Leygardagin kemur væntandi eitt nýtt brúgvalag móti Føroyum vestaneftir.