Veðrið er gott og fitt av fólki eru komin oman á Voxbotn.

Veðrið er sum bílagt til høvið og útlitini eru góð til eitt fantastiskt Voxbotn 2022. Marius Dc og Rasmus Haagen hava longu spælt, og í skrivandi stund eiga Ude Af Kontrol Power pallin. Kvøldið er ungt, so tað er onki at ivast í, at áhoyrarafjøldin bara kemur at vaksa.

 

Hetta er eisini tann tíðin á árinum tá pisurnar verða floygdar, og fleiri húgvur eru í tí sambandi at síggja í Vágsbotni.