Veðrið fer at batna

Vindurin fer at minka og tað verður yvirhøvur turt og sólglottar restina av vikuni.

Petur Skeel, veðurfrøðingur á Miðlahúsinum, sigur at veðrið fer at batna.

 

Í dag verður gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 7 og 10 stig.

 

Í morgin verður nokk nakað verri veður aftur, upp í hvassan vind av landnyrðingi og ælingur. Hitin millum 7 og 10 stig.

 

Hósdagin batnar veðrið so aftur, gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, turt og sólglottar. Hitin millum 6 og 9 stig.

 

Fríggjadagin verður eitt lot av landnyrðingi, fríggjadagin okkurt æli, leygardagin yvirhøvur turt. Hitin millum 5 og 9 stig.

 

Týsnáttina fór eitt lágtrýst eystureftir og brúgvalagið við Føroyar fór suðureftir. Mikunáttina fer eitt lágtrýst yvir Skotlandi spakuliga í ein landnyrðing.