Veðurgudarnir hava skiftandi lyndi

Tað verður eitt sindur av hvørjum hvat veðrinum viðvíkur um vikuskiftið.

Ilt er at lata seg í eftir veðrinum í Føroyum, tí tað kann skifta sera skjótt. Hetta vikuskifti verður eitt av teimum, har torført kann vera at vita, júst hvussu veðrið fer at vera, sigur Petur Skeel Jacobsen.

Vindurin verður rættiliga støðugur, eitt lot til andøvsgul av suðri ella ymsum ættum fríggjadagin og leygardagin, av eystri sunnudagin og av landnyrðingi mánadagin og týsdagin. Men meðan tað verður turt og sólglottar í dag, so verður tað regn av og á í morgin, okkurt æli sunnudagin og aftur turt og sólglottar eftir vikuskiftið. 

Hitin í dag verður millum 12 og 15 stig, í morgin millum 10 og 13 stig, sunnudagin millum 9 og 12 stig og í komandi viku millum 9 og 13 stig.