Vegagerð á Agninum fyri 1,3 miljónir

Størstu íløgurnar hjá Nes kommunu í 2017 fara til vegagerð á Agninum, keyp av jørð til raðhúsabygging, projektering av havnalagi og umvæling av 1981-skúlanum.

Í gjárkvøldið hevði bygdaráðið í Nes kommunu aðru viðgerð av fíggjarætlanini fyri 2017.

 

Skattaprosentið verður óbroytt eins og barnafrádráttur eisini verður óbroyttur í mun til undanfarin ár. Fíggjarætlanin er løgd fram við tí fyritreyt, at skattaprosentið er 20,5 og barnafrádrátturin 5.000 krónur.

 

Nettoinntøkan hjá Nes kommunu fyri 2017 er mett til 46,9 miljónir krónur í mun til 44,5 miljónir, sum er metta inntøkan fyri 2016. Hetta er ein hækking á 2,4 miljónir, svarandi til 5,4 prosent.

 

Í Nes kommunu vísa tey á, at rakstrarkostnaðurin fyri 2017 er mettur til 43,8 miljónir krónur í mun til 43,4 miljónir, sum er metti kostnaðurin fyri 2016. Hetta er ein hækking á 0,4 miljónir.

 

- Rakstrarúrslitið verður sostatt væntandi eitt avlop á 3,1 miljónir krónur, sum ætlanin er at brúka til íløgur, siga tey í Nes kommunu.

 

Lagt verður aftrat, at lánsavdrøgini í 2017 verða væntandi 2,7 miljónir, sum verður fíggjað við tøkum peningi. Nettoskuldin hjá Nes kommunu hin 30. september í ár var 21,9 miljónir, sum svarar til umleið eina hálva skattaálíkning.


Tá hugt verður eftir, hvørjar íløgur Nes kommuna ætlar at gera í 2017, er tað bara ein íløga, sum kostar meira enn eina miljón. Tað er íløgan í vegagerð á Agninum, sum er á 1,3 miljónir krónur.

 

Keyp av jørð til íbúðarbygging fer at kosta 0,7 miljónir, og umvæling av skúlabygninginum frá 1981 og projektering av havnini fara at kosta hálva miljón hvørt.

 

Neyvari um fíggjarætlanina fyri 2017, sum varð einmælt samtykt á bygdaráðsfundi við aðru viðgerð í gjárkvøldið, kann lesast á heimasíðuni - www.nes.fo