Bjarni Djurholm, landsstýrismaður
Í seinastuni hevur mikið kjak verið um vegaføringina í Leirvík, har tað m.a. hevur ligið á ljóði, at politiski myndugleikin ikki hevur gjørt sítt arbeiði til lítar viðvíkjandi vegaloysnini í bygdini.
Hetta er sjálvsagt ikki so. Vinnumálaráðið hevur sjálvsagt arbeitt eftir teimum samtyktum, sum løgtingið hevur viðtikið.
Til fyrrapart av 2005 varð arbeitt miðvíst eftir at gera tunnil omanfyri Leirvíkar bygd, tá tað kom undan kavi, at eingin vildi kennast við hesa vegaloysn.
Síðani hava alternativar loysnir verið kannaðar, sum heldur ikki hava borið á mál. Nú er so aftur uppskot borið í løgtingið um at útseta endaligu støðutøkuna til vegaføringina í Leirvík. Higartil eru nýttar 1,7 mio kr til kanningar. Nú verður so biðið um eina mio. kr. afturat til nýggjar kanningar.
Gongdin í hesum máli gagnar ongum og minst leirvíkingum. Fyri at lýsa málsviðgerðina farnu árini, hevur undirritaði sett upp gongdina síðani málið tók seg upp í 2001:
Des 2001Á fundi millum Landsverk og Leirvíkar bygdarráð verður spurningurin um vegagerð viðgjørdur. Boðað verður frá, at bygdaráðið ynskir tunnil undir bygdini.Mars 2002Løgmaður leggur fram uppskot til verklagslóg um fast samband um Leirvíksfjørð. Støða er ikki tikin til vegføringina við Leirvík. Ásett er tó í verklagslógini, at landsstýrismaðurin skal ráðføra seg við kommunurnar, áðrenn støða verður tikin til atknýttar verkætlarnir.Ultimo 2002Spurningurin um vegføring við Leirvík verður viðgjørdur í landsstýrinum og í samgonguni. Avgjørt verður at leggja uppskot fyri Løgtingið, har tað verður ásett, at verklagslóg skal gerast fyri ein veg/tunnil omanfyri Leirvík. Landsverk mælir til veg omanfyri bygdina.Primo 2003Løgtingið samtykkir eina lógarbroyting, har tað verður ásett, at tá neyðugar forkanningar og prosjektering er gjørd, og í seinasta lagi í 2005, skal Landsstýrismaðurin leggja fram uppskot um tunnil undir Leirvík. Arbeitt verður síðani við neyðugu fyrireikingunum til hesa verkætlan. Mettur kostnaður um 65 mio kr.
Leirvíkar kommuna fær at vita, at arbeiðið at gera tunnil í fyrsta lagi kann byrja í 2006. Verður vegur gjørdur, kann hann gerast samstundis sum tunnilin verður skotin ígjøgnum. Vegurin kostar um 30 mio kr.Juni 2004Fundur við Leirvíkar bygdarráð, har boðað verður frá, at játtanin til forkanningar er skorin í løgtinginum, umframt at politisk signal eru komin um at finna eina aðra loysn enn tunnilsloysnina í erva. Tí verður heitt á Leirvíkar bygdarráð um at viðgera spurningin av nýggjum.Vinnumálaráðið og Landsverk arbeiða tó framvegis við neyðugu fyrireikingunum til tunnil omanfyri bygdina.Juli 2004Leirvíkar kommuna staðfestir í skrivi til Vinnumálaráðið, at besta loysnin er ein tunnil undir bygdini.August 2004Fundur við Leirvíkar bygdarráð um vegføringina. Tað verður endurtikið, at útlitini fyri at fáa pening játtaðan til tunnil komandi árini sýnast vánalig. Leirvíkar kommuna ynskir framvegis ein tunnil. Fyrireikingarnar til tunnil omanfyri bygdina halda fram.Januar 2005 Leirvíkar bygdarráð sendir Landsverki uppskot um at gera tunnil (lokrennu) niðarliga í bygdini. Samstundis boðar bygdarráðið frá, at tey ikki longur ynskja tunnilsloysnina omanfyri bygdina.Mai 2005Leirvíkar bygdarráð hevur kunnandi fund um nýggja tunnilsuppskotið. Mett verður, at kostnaðurin er uml. 80 mió kr. Landsverk metir hinvegin kostnaðin til uml. 120-150 mió kr.Mai 2005Privatur ráðgevi metir við fyrivarni, at uppskotið kann koma at kosta uml. 130 mió kr.August 2006Málið viðgjørt í landsstýrinum og samgonguflokkarnir taka støðu til vegaloysnina í Leirvík. Niðurstøðan er, at um tunnil niðarlaga í bygdini fæst fyri á leið somu upphædd sum tunnilin omanfyri bygdina, so er undirtøka fyri hesi loysn.September 2005Fundur við Leirvíkar bygdarráð. Semja á fundinum um, at tunnil niðarlaga í bygdini skal kannast. Alternativt vegur omanfyri bygdina. Eisini skal LV samstarva við Leirvíkar bygdarráð um at gera vegaføringina í bygdini trygga til endaliga ferðsluloysnin er framd. Aftaná fundin sendir Leirvíkar bygdarráð eina raðfesting, har tunnil (lokrenna) niðarlaga í bygdini verður raðfest fremst, og síðani vegur fram við sjóvarmálan við brúgv yvir á Kráartanga.September 2005Landsstýrismaðurin boðar Landsverki frá, at eingin í løtuni ynskir tunnilin omanfyri bygdina. Landsverk boðar frá, at fyrireikingarnar av verklagslógini til tunnilsverkætlanina oman fyri bygdina at leggja fyri løgtingið á heysti 2005, sum løgtingið samtykti í 2003, verða steðgaðar.September 2005Eykajáttanarlóg verður løgd fyri Løgtingið, har biðið verður um fígging til forkanningar og partvísa prosjektering av tunnilsuppskoti niðarliga í bygdini.November 2005Eykajáttanarlógin verður samtykt.Desember 2005Privat ráðgevandi feløg (tvs. ikki LV) gera kanningar av tunnilsuppskotinum undir verandi vegi niðarlaga í bygdini. Samlaði kostnaðurin av verkætlanini verður mettur til 147 mió kr, tó at óvissan framvegis er stór. Kunnandi fundur við Leirvíkar bygdarráð.Desember 2005Freisitin at leggja fram uppskot um tunnil undir bygdini undir ella vegaføring framvið Leirvík verður í løgtinginum longd til 15. februar 2006.Januar 2006Vegaloysnirnar omanfyri bygdina og niðri við sjóvarmálan verða betri lýstar. Kunnandi fundur er við Leirvíkar bygdarráð um vegaføringarnar. Leirvíkar bygdarráð viðger vegføringina á bygdarráðsfundi og boðar frá, at bygdarráðið framvegis ynskir tunnilsloysnina niðarlaga gjøgnum bygdina.Januar 2006Landsstýrismaðurin leggur uppskot fyri landsstýrið um at gera veg omanfyri bygdina fyri uml. 40 mio kr.Januar 2006J&K Petersen og NCC senda Vinnumálaráðnum kostnaðarmeting av einum nýggjum uppskoti um tunnil, sum feløgini eru sinnaði at samráðast út frá. Feløgini meta, at tunnil og vegur kunnu gerast fyri uml. 87 mió kr. Útreiðslur til ognartøku og eftirlit eru ikki við í kostnaðarmetingini.Februar 2006Samgongan ger av, at nýggja uppskotið frá J&K og NCC skal kannast nærri, áðrenn avgerð verður tikin um vegføringina við Leirvík.Februar 2006Landsstýrismaðurin leggur uppskot fyri løgtingið um at leingja freistina fyri framløguni av verklagslógini. Samstundis verður biðið um 1 mio kr til kanningararbeiðið av nýggja tunnilsuppskotinum.
Hvussu leikur nú fer, kunnu vit bert gita um. Tað er at harmast um, at vegaføringin í Leirvík ikki fyri langari tíð síðani er avgreidd. Tí er at vóna, at skilagóð loysn verður funnin í næstum.
VINNUMÁLARÁÐIÐ
PAGE 2/ NUMPAGES * MERGEFORMAT 3
VINNUMÁLARÁÐIÐ
LANDSSTÝRISMAÐURIN
TINGANES " POSTSMOGA 377 " 110 TÓRSHAVN
TELEFON 35 60 60 " TELEFAX 35 60 65 " E-MAIL: [email protected]