Vegir, gongubreytir og ferðsla

Tá eg varð spurd, um eg vildi stilla upp til býráðsvalið fyri Sambandsflokkin, fór eg at hugsa um, hvat manglar í okkara kommunu, og hvat ið kann gerast betri.

Olga Østerø

valevni Sambandsfloksins



Tað er umráðandi, at ein býur, sum Klaksvíkin, hevur vælskipaða ferðslu, og at vegir og gongubreytir eru í góðum standi.

Sum koyrilærari, sær ein ymiskt ið kundi verið øðrvísi.


Vánalig vegastrekki

Nøkur vegastrekki eru ógvuliga vánalig. Av og á verður koyrt nakað av asfalti í holini, men eftir stuttari tíð er sama skilið aftur.

Sum dømi kann nevnast Árnafjørður. Har er vegurin so vánaligur, at ein hevur lítlan hug at koyra gjøgnum bygdina, og tað er als ikki gott fyri bilarnar. Tað er nógv ferðsla gjøgnum bygdina, tí har eru tvey arbeiðspláss, sum fólk koyra til og frá.


Gongubreytir

Hyggur ein at gongubreytunum, so sær tað ikki gott út. Nógvastaðni er eingin kantur, og gongubreytin er ájavnt við koyrivegin. Hetta er vandamikið, tí tá trongligt er, koyra bilarnir inn á gongubreytina, og mangan við nógvari ferð.

Nógvar gongubreytir eru ikki asfalteraðar, og tá tað regnar, gerast stórir hyljar. Hetta kunnu vit ikki bjóða fótgangarunum.

Í nøkrum støðum er trupult at koma fram við koyristólum. Tað manglar at fella niður í kantin á gongubreytini. Tað er í heila tikið sera trupult ella ógjørligt hjá fólki í koyristóli at koma inn í handlar og onnur almenn støð í kommununi.

Men tað mest vandamikla eru tey vegastrekki, har als eingin gongubreyt er. Sum dømi kann nevnast Garðavegurin, suðureftir fram við Sjómansskúlan-um. Børn, sum ganga til og frá skúla vita ikki, hvar tey skulu verða á vegnum.

Vit eiga tí at fara undir at gera gongubreytir, har tað manglar. Har gongubreytir eru, skulu tær asfalterast og kantar gerast.


Ferðsluforðingar

Sum kunnugt verður koyrivegurin eisini nýttur til spælipláss. Í økjum, har ungar familjur búgva, er hetta ein trupuleiki.

Fyri at bøta um trygdina hjá børnunum, eiga fleiri ferðsluforðingar at verða lagdar út.

Her eru fleiri møguleikar. Tað kunnu vera bungur úr asfalti, sum vit síggja tað á Mylnugøtu. Tær fáast eisini í litum. Uttanlands sær ein ofta ferðsluforðingar sum blómukassar.

Eg haldi, at best er, um tey sum búgva í økinum eru við at taka støðu til, hvat slag av ferðsluforðing, ið nýtast skal. Ynski frá foreldrum um ferðsluforðingar eiga at fáa sakliga viðgerð í býráðnum.


Krossvegurin við Posthúsið

Nógv hevur verið tosað um krossvegin við posthúsið, har álvarslig óhapp hava verið.

Vit vita, at tað mangan verður koyrt við nógvari ferð, og nógvir bilførarar hava ótta á sær, tá teir koyra gjøgnum krossvegin.

Ein rundkoyring hevði hjálpt væl. Bíðitíðin gjørdist munandi styttri, og bilførarar vóru noyddir at minka ferðina, tá teir nærkaðust. Ferðslan í hesum økinum gjørdist munandi tryggari.

Eg havi í stuttum nevnt nøkur viðurskifti í sambandi við koyrivegir, gongubreytir og ferðslu í býnum, sum eg kundi hugsað mær, at komandi býráð tekur upp og ger nakað við.

Gott val.