Tað er framvegis ikki greitt, hvat skal gerast við Erlu Kongsdóttir, ella nær hon kemur aftur í sigling, eftir at tveir rútar í farnu viku fóru í knús á einum túri úr Nólsoyar til Havnar.
Hilmar Eliasen, stjóri á Strandfarðarskipum landsins, sigur við in.fo, at fundur verður á Strandfarðarskipum seinnapartin í dag, har hann verður kunnaður um støðuna, men at hann í verandi løtu ikki hevur fleiri viðmerkingar um Erlu Kongsdóttir.
Hilmar Eliasen ger kortini greitt, at Strandfarðarskip Landsins hava longu sett seg í samband við skipasmiðju og veitara av rútum.
Tað var fyrrapartin fríggjadagin, at tveir rútar í stýriborðssíðu á Erlu Kongsdóttir brádliga fóru í knús, tá Erla Kongsdóttir var á veg inn á Havnina úr Nólsoy. Tað var eftir øllum at døma ikki ein sjógvur, ið knústi rútin, og ferðandi umborð á túrinum greiddi frá, at tað hoyrdist undarlig ljóð frá skipinum, áðrenn rútarnir fóru í knús.