Veitir somu tænastur sum áður

Nýggju menninir aftan fyri kunningardiskin á flogvøllinum fara at veita somu tænastur, sum gamla skipanin gjørdi. Enn eru tó ikki allar avtalur gjørdar við tey, sum teir ætla at samstarva við

Tænastan skal í minsta lagi vera á tí støði, hon var, áðrenn diskurin stongdi.

Tað er setningurin hjá teimum báðum, Jákupi Suna Lauritsen og Gunnari Nattestad, sum eru nýggju menninir aftan fyri kunningardiskin á flogvøllinum.

Teir ynskja at leggja allan hurlivasan, verið hevur seinastu tíðina, afturum. Tað er líkasum meira áhugavert at tosa um framtíðina, halda teir.

Ætlanin er at reka kunningardiskin heilt uttan alment ískoyti, siga nýggju eigararnir.

Teir fara nú at gera tær seinastu avtalurnar við tey, sum skulu nýta tænasturnar, teir kunnu bjóða.

»Vit fara so at finna út av, hvussu nógv brúkararnir vilja gjalda. Og eftir tí leggja vit so støðið.«

Teir rokna við, at gomlu brúkararnir, so sum Ferðaráðið, flogfeløgini, Smyril Line og onnur, framvegis eru áhugað. Umframt hava teir onkrar aðrar í huganum, sum hugsandi kundu fingið nyttu av diskinum.

Jákup Suni Lauritsen og Gunnar Nattestad siga, at teir hava avtalu við onkran, sum fyrr hevur loyst av við diskin, um at arbeiða hjá teimum fyrstu tíðina.

Eisini hava teir boðið fyrrverandi starvsfólkunum starv, men tey vóru ikki áhugað.

Tó siga teir, at annað teirra hevur ikki púra avvíst møguleikan.

Teir fara at hava opið ein tíma hvørju megin, flogførini koma og fara. Uttan fyri tær tíðirnar verður telefonvakt, sum stillar víðari til eina fartelefon.


Kalle ósamdur

Men Kalle Soll, sum fyrr hevur arbeitt við kunningardiskin, heldur ikki, at uppskriftin við at leggja støðið eftir inntøkum, er nóg góð.

Sjálvandi ljóðar til tilforlátiligt, vísir hann á. Men skal tænastan vera tann, hon fyrr hevur verið, ber ikki til at seta avmarkingar.

Og at hava telefonvakt á, ger ikki ta tænastu, fólk fyrr vóru von við.

»Ein kunningardiskur er ein tænasta og ikki ein forrætning«, sigur Kalle Soll. »Skal ferðamaðurin fáa eina fullgóða tænastu, mugu vit fyrst gera okkum greitt, hvat vit veita. Síðan mugu vit finna út av, hvussu vit gera tað bíligast.«


Vónsvikin

Kalle Soll dylur ikki fyri, at hann er sera vónsvikin av teirri viðgerð, hetta málið hevur fingið.

Sjálvur fekk hann boðið at reka kunningardiskin undir somu treytum, sum nýggju eigararnir eru gingnir undir.

Men Kalle Soll sigur, at hann tók ikki av, tí hann er púra sannførdur um, at tað ikki ber til at veita somu tænastu sum áður, við hasari uppskriftini, teir nýggju menninir siga seg hava.

Eitt annað er, sigur Kalle Soll, at talan var um tvey vard størv, har 40% av lønini vóru aftur goldin av Almannastovuni, tí talan var um tveir lutvíst avlamispensiónistar. Hesir nýggju eigararnir skulu nú bera allan lønarkostnaðin. Tað fer so eisini at tyngja raksturin eyka.

»So alt í alt óttist eg fyri, at tænastan verður ikki tann sama, sum hon fyrr var.«