Veitslan har alt kann henda

Klumman

Tað eru tólv og eitt hálvt ár síðani, eg stóð har frammi við altarið í Sørvágs kirkju!

Eg var 25, og hann var 27!

Vit vóru nýútbúgvin, fátøk og forelskað!

Veitslan var á Hotel Vágum fyri 100 inbodnum gestum. Familja og vinir úr Føroyum, Svøríki, Álandi og Finnlandi.

Eg var - um eg skal siga tað sjálv - ein vøkur brúður. Heilt erligt hava tit nakrantíð sæð eina ljóta brúður? Ikki eg! Hvíti kjólin fær tað besta fram í teimum flestu!

Eg var sjálvandi nervøs, men eg elskaði at standa brúður, og at hava tey, eg eri allarbest við, samlað rundan um meg.


Tað vóru bara trý ár liðin, síðani mamma mín doyði, tá eg giftist, so stórsti skrekkurin var, at allar talurnar skuldu verða um hana, og at eg fór at tútbrøla. Eitt sindur soleiðis varð tað, men nakrir brotasjógvar av tárum gjørdust tað takk og lov ikki.

Veitslan var væleydnað, gestirnir nøgdir, og kvøldið var avgjørt eitt av teimum bestu í lívinum.


Síðani tá havi eg verið til nóóógv brúdleyp - vit vóru millum tey fyrstu at giftast, og síðani eru nógv løgst aftrat - og nøkur longu skild eisini...


Serliga minnist eg ...

...Brúdleypið hjá svágrinum, ið varð hildið á ársins heitasta dagi á Álandi, og brúdleypsgestirnir, ið mest mintu um reyðar hummarar av hita.


...Brúdleypið hjá systrini, har flogfarið skuldi náast, og bilførarin hevði gloymt okkum og brúðarparið eftir í veitsluhølinum og koyrt til flogvøllin.


...Brúdleypini í Miðvági - sama kvøld - 100 metur ímillum, og eg og maðurin ótu tríggjar rættir x2 - hoyrdu talur x2 - ótu kakur x2.


...Brúdleypið, har parið hevði drukkið í so nógv vín, og brúðarvalsurin gjørdist í so ónærisligur frammanfyri ommum, abbum og gestum.


...Brúdleypið, har sviger av misgávum segði, at hann hevði verið forelskaður í brúðrini.


Og so framvegis ...


Tað er fantastiskt at giftast - og tað er fantastiskt at verða boðin í brúdleyp.

Góða eydnu til tykkum øll, sum eru ávegis altarinum í summar.