Vekk av vegnum

HB hevði alt, men endaði við ongum. Tað er beiski veruleikin hjá havnarmonnum, sum nú endaliga eru avsettir í oddastríðnum, samstundis sum sundalagsmenn staðfestu sínar styrkir

Teir brúktu umleið eitt korter í part, aldursforsetarnir á liðunum báðum. 34 ára gamli Fróði Benjaminsen byrjaði ballið við Margáir, legði HB á odda við fínum skoti í 8. minutti og stað­festi ynskibyrjanina hjá havnar­monnum eftir eitt korter, tá hann um­setti brotsspark til mál. HB og serliga Fróði Benjaminsen vóru á øllum hesa løtuna.
Seinasta korterið var tað hitt liðið og ein annar leikari, sum setti dagsskránna. 38 ára gamla verju­kempan, sum ikki hevur spælt fót­bólt seinasta mánaðin, varð settur á vøllin í 78. minutti, tá støðan var 1-2 til HB. 16 minuttir seinni, tá vanliga leiktíðin og teir fýra min­uttirnir, Rói Jacobsen hevði lagt aftrat, vóru av, var støðan 3-2 EB/Streym. Tá hevði Egil á Bø vent og vunnið dystin fyri EB/Streym.

Sinnaðir at satsa
Talan var um ein fantastiska spenn­andi og undirhaldandi dyst, sum bæði liðini vildu vinna. Hvørki av lið­unum kundi brúka javnleik til nakað sum helst, og venjararnir báðir vístu dirvi og tordu at satsa. Ikki minst Heðin Askham, sum tá stórt korter restaði av dystinum, og EB/Streymur var aftanfyri 1-2, gjørdi av at flyta Sorin Anghel úr miðverjuni og fram í álopið. Hetta fyri at skapa meiri tyngd. Fáar min­uttir seinni tveitti Askham so trumfin á borðið, og setti Egil á Bø á vøllin og fram í álopið.
Sum venjarin hjá EB/Streymi so beinrakið segði við Útvarpið hjá Kringvarpinum eftir dystin, so kundi tað vera líkamikið, um teir taptu við einum ella fleiri málum. Tí handlaði hann sum hann gjørdi – og tað gav trý stig stig.

HB betri byrjan
Fyrsta hálva tíman var annars akkurát einki, sum bendi á, at EB/Streymur skuldi vinna dystin. Tvørt­ur í móti byrjaði HB sum eitt óløgi. Liðið tóktist væl skipað og til dyst­in fús, har Fróði Benjaminsen og Símun Samuelsen vístu vegin. So at siga øll álopini hjá HB komu gjøgnum teirra vinstru síðu, har Jonhard Frederiksberg hevði stór­ar trupulleikar av vælupplagda suður­oyinginum.
Fróði og Símun vóru eisini menn­inir aftanfyri bæði málini. Fyrst fekk Símun bóltin í vinstru, og staddur skamt frá baklinjuni sá hann Fróða Benjaminsen koma stun­andi. Komin nakað inn um brots­teigar­markið lat Símun honum bóltin, og liðformaðurin kvitt­eraði við einum turrum og tryggum skoti. 0-1!
Sjey minuttir seinni var HB-lið­formaðurin aftur á blettinum. Ein langur bóltur var sendur fram í móti Símuni í vinstru. Hesin gjørdi sum hann skuldi, fekk fatur á bólt­inum og royndi at koma framvið Jonhardi, sum fekk bóltin á hend­urnar – brotsspark og 0-2!
HB sat á øllum hesa løtuna. Hans Pauli Samuelsen hevði eitt skot, sum fór beint framvið málinum við dystarbyrjan, og Arnbjørn Hansen royndi at tveita seg fram í eitt frí­sparksinnlegg uttan at hepni var við honum. Tað var tað, EB/Streym­ur hevði at bjóða uppá.
Hinvegin hevði Christian Restorff Mouritsen eitt vandamikið skot úti frá, umframt at René Tórgarð eisini vardi sera væl fyri nask­ari frísparksroynd frá Hallur Hansson.
Men EB/Streymi so líkt, so fingu teir eitt mál burtur úr ongum. Seks minuttir fyri steðgin vinna teir innkast í høgru. Tey, sum hava fylgt EB/Streymi í ár vita, at sunda­lags­menn hava fingið fleiri mál úr støðum sum hesum, har annað­hvørt Gert Hansen ella Pætur Dam Jacobsen tveitir eitt langt innkast, sum Sorin Anghel síðani leingir við høvdinum. Ymiskt hevur verið, hvør hevur fingið bóltin í netið, men hesaferð var tað vongverjin úr Kollafirði, Gert, sum hegnisliga mink­aði um munin.
Eitt avgerandi mál, sum EB/Streymur kundi byggja víðari á í seinna hálvleiki.
Sundalagsmenn sigraðu
Eftir steðgin fekk EB/Streymur vind­in við sær. Málið frá Gert og iva­leyst nøkur borgarlig orð frá Heðini Askham høvdu við sær, at menninir við Margáir aftur trúu á egn­um mátt. Tað gekk tó ein løta áðrenn trýstið frá EB/Streymi á HB gjørdist so mikið støðugt, at eitt mál lá í luftini.
Sum seinni hálvleikur leið fekk EB/Streymur spælt seg fram til fleiri frálíkar royndir, men áðrenn veruligur vandi var á ferð, hevði HB møguleikan at punktera dystin. Christian Restorff Mouritsen skeyt tó framvið málinum, tá hann gjørd­ist leysur við René Tórgarð, og so er tað, sum verturin á HB-heimasíðuni sigur: »Vit kláraðu ikki at binda fyri posan, og sum so ofta fyrr við Margáir, so verður man revs­aður«.
Hetta var júst tað sum hendi. Egil á Bø kom á vøllin í 78. minutti og EB/Streymur fór at spæla við langum bóltum fram móti Arnbirni, Sorini og innskifta Egili. Rógvi Holm ásannaði á Rás2 eftir dystin, at tað gjørdist ov strævið.
– Tað var trupult at skalla bólt­arnar burtur, tá vit spældu í móti vindinum, og tað gjørdist eyka trupult við tað, at vit stóðu so djúpt, segði miðverjin hjá HB. Í 82. minutti var nærvið og mátti Teitur Gestsson vísa síni evnir, tá Egil stútaði eitt innlegg frá Gert móti málinum. Minuttin eftir var hann prísgivin, tá Levi Hansssen legði innfyri úr vinstru og Egil var hægstur, 2-2!
Nakrar minuttir seinni var Egil aftur á rætta staðnum. Hesaferð aftaná at Hans Pauli Samuelsen hevði roynt seg, og málverjin Teitur lat ein retur. Egil var knappur, høgdi til og tryggjaði EB/Streymi sigurin, 3-2!
– Hetta er ótrúliga deiligt. Og hetta er tí, at eg hangi í enn, tí eg eri ikki heilt ungur longur. Menn eru ágrýtnir og ganga høgt upp í hetta. Vit hava eitt gott vinarlag í hóp­inum, so her er stuttligt at vera, gjørdi Egil á Bø greitt í 3. hálvleiki á Rás2.

Frálíkt undirhald
Aftrat málunum bjóðaði dysturin sum heild frálíkt undirhald. Fimm mál, eitt skot á stongina frá Fróða Benjaminsen, ein stútara á tvør­træið frá Arnbjørn Hansen, frálíkar bjargingar og heilt hampiligt spæl eftir umstøðunum.
Hjá EB/Streymi var hugaligt at síggja Egil á Bø á vøllinum aftur – og ikki minni áhugavert at síggja Hans Paula Samuelsen í skapandi leikluti á miðvøllinum, meðan Niels Pauli Danielsen í stóran mun røkti plássið í borðinum, har Hans Pauli annars plagar at virka.
Hinvegin er tað minni hugaligt hjá HB at staðfesta, at teir endaligt eru avsettir í oddastríðnum. Vann HB, so var støðan ein heilt onn­ur, men nú er tað júst sum heima­síðu­vert­urin hjá HB skrivar: »Vit høvdu alt, men fingu einki og tað er tað«.