Veksandi inntøkur hjá Runavíkar havn

Runavíkar havn hevur higartil í ár havt slakar tvær miljónir krónur meira í inntøkum enn alt árið í fjør, sum var metár.

Tað sær gott út við rakstrinum av Runavíkar havn, sum fevnir víða - ja, heilt úr Funningi, Elduvík og Oyndarfirði um Skála, Søldarfjørð, Lamba, Glyvrar og Runavík til Æðuvíkar og Rituvíkar.

 

Havnarmeistarin, Tórbjørn Jacobsen, fegnast um, at tað er farið at bragda aftur í rakstrinum.

 

Hann vísir á, at eftir at havnaløgini eru skipað sum samanløgd virkiseind, kann staðfestast, at 2013 var metár hjá Runavíkar havn, bæði í inntøkum og avlopi.

 

- Inntøkurnar í 2013 táttaðu í hálva tólvtu miljón krónur, og avlopið var stívliga seks miljónir krónur. Longu higartil í ár er inntøkugrundarlagið væl størri og liggur um 13 miljónir krónur, staðfestir havnarmeistarin.

 

Seinastu tíðina er stór útfylling farin fram á Bakka á Glyvrum í samband við stóru útbyggingarætlaninar hjá Bakkafrosti og atløgubryggjan, sum er niðanfyri laksavirksemi, er longd norður eftir við umleið 30 metrum.

 

Seinnu árini hevur Runavíkar kommuna eisini framt ábøtur á fleiri bátahyljar í kommununi, og soleiðis eru batar framdir í bátahyljunum á Skála, Søldarfirði og á Glyvrum.

 

Síðan tær fimm kommunurnar, sum í dag mynda Runavíkar kommunu, valdu at leggja saman, gjørdust havnaløg, bátahyljar og lendingar í hesum økjum ein rakstrareind undir navninum, Runavíkar havn.

 

- Í vídd er Runavíkar havn ein stór virkiseind, sum eisini er partur av kommunala felagsskapinum, ið liggur undir Kongshavnar havn, sigur havnarmeistarin, Tórbjørn Jacobsen.