Høgni Hoydal
Neyvan var tað av tilvild, at formaður javnaðarfloksins avblásti stættastríðið á landsfundi floksins. Tí Jóannes Eidesgaard hevur sum løgmaður bundið seg til at reka ein politikk, sum longu hevur og ikki minst fer at økja munandi um stættarmunin í Føroyum.
Hetta harmist eg almikið um. Tí javnaðarflokkurin hevur saman við andstøðuni greiðan meiriluta á tingi fyri at reka ein samhaldsfastan politikk. Andstøðuflokkarnir hava lagt fleiri uppskot fram, ið høvdu verið gylt høvi hjá javnaðarflokkinum at hildið kós.
Men í sonevndu realpolitisku og pragmatisku kabaluni, sum løgmaður hevur svorið seg til, situr Fólkaflokkurin við øllum trumfum og stikkum, meðan javnaðarflokkurin mest sleppur at prýða andlitsmyndirnar á myndabløðunum, sum verða brúkt í politiska pokerspælinum.
Fleiri bjargingarlínur er kastaðar
Má viðganga, at eg skilji ikki hví. Sjálvandi hevur tað týdning fyri javnaðarflokkin at vera í samgongu og hava løgmanssessin. Men um løgmaður vildi brúkt andstøðuna í meira jaligum politikki, so hevði hann kunnað ført ein politikk og eisini hildið ringastu uppskotunum og ringasta trýstinum frá Fólkaflokkinum aftur .
Tjóðveldisflokkurin hevur tildømis í sínum alternativa fíggjarlógaruppskoti skotið upp:
-at strika skattalættan,
- at leggja loft á rentustuðulin fyri tey, ið byggja fyri meira enn eina millión,
-at veita einligum forsyrgjarum dupultan barnafrádrátt
-at hækka fólkapensiónina fyri fátækar pensjónistar og minka hana fyri tey, ið hava omanfyri 25.000 kr. um mánaðin í aðrari pensjón.
Harafturat er meiriluti fyri at fáa skil á spekulasjónini í fiskiloyum. At gera ein veruligan pensjónsreform til frama fyri tey, ið hava minst. At stovna Búskapargrunn. Og at fáa ein framrættaðan vinnupolitikk.
Men hetta verður alt blokerað av Fólkaflokkinum. Onkusvegna tykist løgmaður ræddur fyri, at Fólkaflokkurin skal rýma. Men er Fólkaflokkurin ikki rættiliga einsamallur við sínum ráa politikki fyri teir sterkastu áhugabólkarnar? Er nakað at ræðast? Og hví fer løgmaður so langt, at hann ger ein asosialan politikk hjá Fólkaflokkinum til sín egna og verjir hann alment?
Eg fari at mæla løgmanni til, at taka bæði atfiningar og tey mongu, konstruktivu uppskotini hjá andstøðuni í álvara - og nýta hetta til at finna eina kós.
Ongin stætt hevur framíhjárætt...
Tjóðveldisflokkurin hevur ein greiðan setning í síni stevnu frá 1948, sum er grundbulurin vit royna at stýra eftir hugsjónarliga og í praktiskum politikki. Har verður sligið fast, at Føroyar skulu verða eitt fólkaræði har ikki eigur nakar einstaklingur ella nøkur serstøk stætt framíhjárætt til vald landsins og ognir. Føroyingar allir eiga somu samfelagsrættindi og hava somu samfelagsskyldur.
Henda samgonga hevur higartil selt burturav okkara fólkaræði og tjóðarrættindum til Danmarkar og hevur tømt landskassan. Men hon er eisini í ferð við at máa støðið undan møguleikunum hjá okkum at klára okkum sum eitt sjálvstøðugt, samhaldsfast samfelag.
Frá teimum fátæku
til tey ríkaru
Meðan útjaðarin verður lagdur lamin í ein viku orsakað av 0,1% í sáttmálanum hjá Starvsmannafelagnum, so fáa tey vælbjargaðu metstóra lønarhækking í gávu frá landsstýrinum. Uttan at hava samráðst og uttan at hava biðið um tað. Meðan tey lægstløntu uttan nakrar samráðingar rúka langt niður í realløn.
Meðan stríðst verður um promillur við samráðingarborðið, fer ein grov umfordeiling fram, har tikið verður frá tí fátæka og givið tí ríka gjøgnum lóggávu í tinginum.
Avtalaði skattalættin hjá samgonguni, sum vit vónaðu javnaðarflokkurin fór at steðga, er júst vorðin konfirmeraður. Undirskjalið um skattalættan skal haldast, sigur Fíggjarmálaráðið í tíðindaskrivi. Og tá alt er framt í 2008, so fer ein inntøka uppá 600.000 um árið at fáa um 43.000,- krónur beinleiðis niður í lumman.
Skuldi tað verðið tjent inn í nettoløn, so hevði tað svarað til eina lønarhækking uppá 100.000 kr. ella 17%. Burturav av hesum 43.000 krónunum, hava tey vælbjargaðu so væl ráð at gjalda einar 3000-4000 krónur um árið til samhaldsfasta, barsilsskipanina, í hækkaðum kommunuskatti og í veggjaldi. Tey fara framvegis at hava knappar 40.000 krónur í yvirskoti, tá skattalættin er framdur.
Men fyri ein av lægstu bólkunum sum tey tímaløntu í verkamannafeløgunum ella tey lægstløntu hjá Starvsmannafelagnum, verður talan um undirskot og reallønarlækking.
Ein ársinntøka uppá 170.000 (og tað er høgt sett, tá vit hugsa um støðuna eitt nú í Sandoynni og Suðuroynni) fer at fáa 1.700 kr. um árið í skattalætta frá samgonguni. Men av hesum skulu tey gjalda meira til samhaldsfasta, til barsilsskipanini, í øktum kommunuskatti og í øktum veggjaldi. Tær 1.700 krónurnar røkka ikki til at gjalda tey nýggju gjøldini hjá samgonguni.
Sig so her búgva javnaðarfólk í Føroyum...
Tær kommunurnar, ið eru ringast fyri, noyðast at hækka skattin til tess at fíggja barnavernd o.a. Eftirsum kommunuskatturin er proporsjónalur, meðan landsskatturin er progressivur, so fáa tær breiðstu herðarnar aftur her ein fyrimun, meðan tær smalru herðarnar skulu bera meira.
Tey lægstløntu fáa sostatt eina reallønarlækking, meðan tey vælbjargaðu fáa uml. 40.000 kr. um árið beint í lumman.
Sig so her búgva javnaðarfólk í Føroyum!
Øktur stættarmunur afturfyri samhaldsfasta
Tað er mær ein stór gáta, at fakfelagsleiðarar ikki gera vart við henda ójavnað. Ístaðin tosar formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag um eitt hækkað avgjald í samhaldsfasta, sum ongantíð kemur at fremja nakran javnað í Føroyum, men bert fer at gera stættarmunin størri á ellisárum.
Um ein vælbjargaður sum aloftast frammanundan hevur ein góða pensiónsskipan á arbeiðsmarknaðinum velur at brúka tær 40.000 krónurnar, ið hann fær til gávus frá samgonguni, til eina privata pensjónsuppsaring, hvar stendur so ein tímalønt arbeiðskvinna móti honum? Harfturat fær tann vælbjargaði omaná alt eina líka stóra upphædd úr Samhaldsfasta, sum flakakvinnan.
Vit í Tjóðveldisflokkinum hava eina skyldu til saman við Miðflokkinum, Sjálvstýrisflokkinum og helst pørtum av sambandsflokkinum at royna at fáa Javnaðarflokkin aftur at virka fyri samhaldsføstum politikki. Hóast Javnaðarflokkurin ikki sigur seg vilja loysa frá Danmark, so er mín áheitan, at hann loysir seg úr haftinum hjá borgarligu sambandssamgonguni.