Vel virðiligt samband

Virðiligt samband millum Føroyar og Danir fæst einans við at vit taka fulla ábyrgd á øllum økjum.

Her er talan um at taka ábyrgd á tí politiska, sosiala, búskaparliga og mentanarliga vígvøllinum. Tað merkir, at vit vilja rudda upp í frumskógini, sum tað sokallaða sambandið byggir á, og knýta eitt verðuligt og virðiligt samband við danir.

At røkka hesum málið krevst ein dugnalig telving. Tað nyttar onki at ganga runt har niðri, sum ein onnur finna og lata aðrar flyta teg politiskt. Tú noyðist at vita, hvagar leiðin gongur, og tú noyðist at flyta sjálvur.

Tí politikkur er beinharður, og tað er danskur politikkur eisini, og danskur politikkur mótvegis føroyingum er onki undantak í so máta.

? Tað er ongin loyna, at danskar stjórnir hava altíð tvíhildi um at varðveitt donsku ríkiseindina,

? tað er skrivliga prógvað, at peningurin til Føroya hevur havt eittans endamál, at gera okkum fíggjarliga heft av donskum pengum - men hvat hevur føroyska røddin á Danatingi sagt um hetta? Onki!

? tað er fleiri ferð prógvað, at danir fáa blokkin ferfalt aftur, - men hvat hevur føroyska røddin á Danatingi sagt um hetta? Onki!

? tað er prógvað, at danir ikki vilja viðurkenna okkum sum tjóð,- men hvat hevur føroyska røddin á Danatingi sagt um hetta? Onki!

? tað er viðtikið í Fólkatinginum í hesi tingsetu, at móðurmál okkara ikki skal viðurkennast sum tjóðarmál. Men hvat hevur føroyska røddin á Danatingi sagt um hetta? Onki! Tær ikki so frægt sum hirdu at verða til staðar og atkvøða.

? tað er prógvað, at Nyrup á einum landsfundi hjá danska Javnaðarflokkinum fyrr í valskeiðnum boðaði sínum veljarum frá, at alt sum hendi í samskiftinum millum donsku stjórnina og Føroya Landsstýrið skuldi avtalast millum Pól Nyrup og Jóannes Ejdesgaard, og soleiðis ganga ímóti viljanum hjá fólkavalda meirilutanum í Føroyum- men hvat hevur føroyska røddin á Danatingi sagt um hetta? Onki!


Hetta vísir, hvønn leiklut hesar finnir hava havt í donskum politikki. Tær eru fluttar júst soleiðis, sum danska stjórnin ynskir. Tær hava tagt um tað, sum danska stjórnin heldur verða í so avdúkandi og óbehagiligt, og tær hava sagt tað, sum kann spilla antin Føroya Landsstýrið út ella Tjóðveldisflokkin.

Slíkt skaðar tað virðiliga sambandið, sum vit ynskja at byggja brúgv ímillum. Men tað virðiliga sambandið fæst ongantíð, so longi vit ikki hava ábyrgd á øllum økjum.

Hesum viðurskiftum vil ein føroyskt rødd á Danatingi greiða dønum frá. Ein rødd, sum hevur virðing fyri sær sjálvari og tí fólki her býr.

Vel Tjóðveldisflokkin.