Bilurin er keyptur frá Reyni Service og uppbygdur á Brandstøðini í Havn. Tað er Kristján Eiriksson, brandmaður, sum hevur staðið fyri arbeiðinum, sum er gjørt saman við Heina Østerø, sum er innsatsleiðari hjá sløkkiliðnum við ábyrgd av bygdunum Velbastað og Kirkjubø.
Bilurin er ein Toyota Hilux 4x4 við 3,0 litra dieselmotori við 170 hk, dupultari kabinu og last. Síðan er ein toppur bygdur omaná lastina við innbygdum sløkkiagrigati og 100 litra vatntanga. Sløkkiagrigatið er ein bensinmotorur við trykkspulara, sum eisini kann nýtast við skúmi. Roykkavaraútgerð er eisini í bilinum.