Veldugur klettur nærkast jørðini

Í november í ár fer ein 400 metrar breiður klettur - ella ein asteroida - súsandi fram við jørðini, men sambært granskarum rakar veldugi kletturin ikki jørðina. Skuldi hann kortini rakt okkum, hevði styrkin svarað til 65.000 kjarnorkubumbur. Hin 8. november í ár fer ein 55 miljónir tons tungur klettur súsandi fram við jørðini. Tað siga vísundafólk, sum eisini vita at siga, at asteoidan, ið kallast 2005 YU55, fer at fara lutfalsliga tætt fram við jørðini.

Tað er mailonline, sum ber hesi tíðindi.

Lagt verður aftrat, at tá kletturin verður nærmastur jørðini, verður hann 323.000 kilometrar burtur, og tað er nærri jørðini, enn mánin er.

Ein talsmaður fyri amerikansku rúmdarstøðina NASA, Don Yeomans, sigur, at asteroidan fer ikki at hava ávirkan á flóð og fjøru - og fer í aðrar mátar heldur ikki at hava nakra ávirkan á jørðina.

Men sagt verður eisini, at um veldugi kletturin kortini skuldi rakt okkum, hevði megin svarað til 65.000 kjarnorkubumbur, eins og jørðin hevði fingið eitt ?arr?, sum hevði verið 600 metrar djúpt og næstan 10 kilometrar breitt.