Í nøkur ár hava tey í Leirvík, valt ársins bygdarfólk og í hesum sambandi hava tey innstillað leirvíkingar, sum tey halda hava uppiborið eitt serligt herðaklapp, til ársins rósu.
Men hetta hevur verið eitt tiltak, sum privatfólk tóku stig til á sjálvbodnum grundarlagið í sambandi við at jólaskipið plaga at koma til Leirvíkar upp undir jól.
Hinvegin er hetta tiltakið blivið so væl umtókt, at ætlanin er ikki at hetta skal detta niður fyri aftur og tí ætlar bygdaráðið nú at gera hetta til eitt alment og formligt tiltak í bygdini at velja ársins rósu í Leirvík.
Í tí sambandi hevur bygdaráðið valt trý fólk í eina nevnd við trimum fólkum at skipa fyri tiltakinum.
Hendan nevndin skal eisini seta treytir fyri tiltakinum og gera eina innstilling til heiðurin.
Í nevndini sita Randal Nybo, sum hevur verið ein av fyriskiparunum, Ove Heinesen, skrivari í kommununi og Ólavur Sjúrðarberg, sum eisini er bygdaráðslimur og formaður í trivnaðarnevndini.