Velja fakfelagsnevnd á internetinum

Frá hósdegnum 16. februar til fríggjadagin 3. mars klokkan 15 hava tey, sum ikki koma á aðalfundin hjá Starvsmannafelagnum 4. mars møguleika at velja nevndarlimir á einum talgildum undanvali.

 

Starvsmannafelagið skrivar, at eftir viðtøkum felagsins um brævatkvøður skipar Starvsmannafelagið í ár fyri talgildum undanvali til nevndarvalið.

 

– Hetta merkir, at tú sum limur í Starvsmannafelagnum kanst sita við telduna heima við hús, á arbeiðsplássinum ella aðrastaðni og greiða atkvøðu, skrivar felagið.

 

Limirnir kunnu velja í mesta lagi tvey av teimum fýra valevnunum, sum stilla upp til nevndina.

Tey uppstillaðu eru (í bókstavarøð):

 

Alma Hansen, takkrøktari, Tannlæknastovan í Tórshavnar kommunu

Bjørg Jacobsen, marknaðarsamskipari, Føroya Tele

Rúni Lisberg, dekkari, Strandfaraskip Landsins

Svend Åge Seloy, medioteknikari, Landssjúkrahúsið

 

Seinasta freist hjá limum Starvsmannafelagsins at velja talgilt er fríggjadagin 3. mars klokkan 15.00.