Velja nýggjan formann í dag

Á aðalfundinum í Róðrarsambandinum seinnapartin í dag verður nevndin mannað mest sum av nýggjum

Klokkan 13 í dag verður aðalfundurin í Róðrarsambandi Føroya. Hann skuldi havt verið fyrr í ár, men tá varð hann útsettur.

Ein av stóru spurningunum er, hvør skal manna nevndina, og hvør skal vera formaður í Róðrarsambandi Føroya. Fýra av fimm nevndarlimum hava boðað frá, at teir taka ikki við afturvali. Millum teirra er Jan Herman Hansen, sum hevur verið í nevndini í trettan ár, og sum hevur verið formaður síðstu tíggju árini.

 

Umframt formansfrágreiðing og framløgu av roknskapi skal fundurin millum annað áseta, hvørjar dagar FM kappróður skal vera í 2017.

Í ár verður róð hesar dagar: 4. juni á norðoyastevnu í Klaksvík, 11. juni á sundalagsstevnu í Hvalvík, 18. juni á skálafjarðarstevnu í Runavík, 2. juli á jóansøku í Vági, 9. juli á fjarðastevnu í Vestmanna, 16. juli á vestanstevnu í Sørvági og ólavsøkuaftan á Havnarvág.