Velja oftari føroyskar KT-loysnir

- Í løtuni starvast um 200 fólk í føroysku KT-vinnuni, men um føroyska KT-vinnan var á hædd við grannalond okkara, kundu fleiri hundrað arbeiðspláss verið skapt næstu árini.

Tað sigur Ólavur Ellefsen, formaður í KT-felagnum, ið sigur tað síggja ljósari út hjá føroysku KT-vinnuni nú, enn tað hevur gjørt - millum annað, tí stovnar og fyritøkur ikki longur bara velja útlendskar KT-loysnir, men eisini føroyskar.

- Nógvir væl útbúnir føroyingar starvast í KT-vinnuni uttanlands, og teir kundu eins væl flutt heim og verið partur av føroysku menningini, sigur formaðurin í KT-felagnum.

Ólavur Ellefsen hevur eina einfalda uppskrift uppá, hvussu føroyska KT-vinnan veruliga kann taka dik á seg og vaksa. Hann greiddi frá í tíðindunum á Rás 2 í dag. Trýst á pílin undir myndini fyri at lurta eftir samrøðuni.

Seinnapartin í morgin, klokkan fýra, verður eitt alment tiltak fyri øll KT-áhugað í Vinnuhúsinum, har Ólavur Ellefsen fer at greiða frá ætlanum hjá felagnum, og eisini fer nýggi stjórin á Føroya Tele, Jan Ziskasen, at fortelja um, hvussu hann sær talgildu framtíð Føroya fyri sær.