Velja vinir og kenningar í nevndir

Bárður Nielsen, Regin Dalsgaard og Kári Kallsberg standa ávísum flokkum og persónum nær. Johan Dahl hevur valt teir í almennar nevndir. Høgni Hoydal skírir hetta fyri avtalað spæl í samgonguni

- Vit eru vitni til grovar partapolitiskar handlar. Tað sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi.

Hann hevur tí sett Johan Dahl, vinnumálaráðharra, og Kaj Leo Johannesen, løgmanni, ein almennan fyrispurning í sambandi við, at Johan Dahl hevur sett ávísar persónar í ymsar nevndir.

Høgni Hoydal vísir á, at Bárður Nielsen, sum er floksfelagi og partamaður hjá Johan Dahl er valdur í nevndina fyri Vága Floghavn. Í svari upp á fyrispurning á tingi segði Johan Dahl, at hann helt persónliga, at Báður Nielsen var ein góður maður. Høgni Hoydal svaraði, at um tað var ein dygd at vera ábyrgdarleysur og koyra eitt land út á egginna búskaparliga, so var tað sjálvndi ein grundgeving, men góða og sakliga helt hann hana ikki vera.

Formaðurin í Tjóðveldi vísir síðani á orrustuna um nevndarvalið í Atlantsflog í vár, har Fólkaflokkurin setti hart móti hørðum fyri at fáa Johan Dahl at broyta avgerðina um krevja ávísar persónar úr nevndini.

- Fólkaflokkurin bakkaði knappliga, tí onkur avtala varð gjørd um at velja onkran í nevndina, sum stóð onkrum í Fólkaflokkinum nær, sigur Høgni Hoydal.

Síðani vísir Høgni Hoydal á valið av nýggjari nevnd í Vinnuframagrunninum, har skrivarin hjá Fólkaflokkinum, Regin Dalsgaard, er valdur til formann og sonur Anfinn Kallsberg, Kári Kallsberg, er valdur í nevndina.

- Hesum ætla vit í Tjóðveldi ikki at lata um okkum ganga. Sjálvandi kunnu vera góðar grundgevingar og góðar dygdir hjá fólki, hóast tey eru skrivarar í politiskum flokkum ella hava familjubond til politiskar leiðarar. Men her krevjast spurningar og svar ? og ikki tøgn og uttanumtos, sigur Høgni Hoydal.

Formaðurin í Tjóðveldi krevur tí eitt alment svar frá bæði landsstýrismanninum í vinnumálum og frá løgmanni um, hvørjar sakligar grundgevingar eru fyri omanfyri nevndu nevndarvalum, og at teir leggja fram alment tey skjøl og ta málsviðgerð, ið hevur verið framman undan hesum valum.

Høgni Hoydal vil eisini hava leiðslurnar á bæði almennu og privatu fjølmiðlunum at standa til svars fyri, hví hesi nevndarval ikki eru viðgjørd krittiskt í fjølmiðlunum.