Veljarakanningin kunngjørd í dag

Klokkan 12 kemur úrslitið

Er politikkurin hjá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, á góðari leið, ella vilja vit heldur hava andstøðuna at taka yvir?

 

Hesin spurningur verður svaraður um ein hálvan tíma, tá úrslitini frá fyrstu veljarakanningini síðani februar í ár verða almannakunngjørd.

 

Miðlahúsið og Kringvarpið samstarva um veljarakanningina saman við Norðlýsinum og Portalinum. Tað er Gallup Føroyar, ið ger kanningina, sum verður kunngjørd á middegi.

 

Á valinum fingu teir fýra samgonguflokkarnir tilsamans 57,8 prosent av atkvøðunum. Bæði Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin fingu eitt gott val við átta tingsessum hvør, meðan Tjóðveldi misti tveir og Javnaðarflokkurin ein.

Gallup Føroyar hevur síðani valið gjørt fýra kanningar fyri Miðlahúsið og eina fyri Dimmalætting. Kanningin á middegi í dag verður tann sætta síðani valið. 

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra blaðstjóran á Sosialinum, Eirikur Lindenskov, greiða frá kanningini, ið verður kunngjørd um lítla løtu.