Almenningurin skal vita, hvør fíggjar valevni, flokkar og politikarar, sigur Kristina Háfoss, sum fer at leggja uppskot fyri tingið
Frameftir skulu politikarar og flokkar almannakunngera allar gávur og allan stuðul, sum tey fáa. Uppskot um hetta er á veg í tingið.
Tað er Kristina Háfoss í Tjóðveldi, sum helst týsdagin fer at leggja uppskot fyri tingið til løgtingslóg um privatan stuðul til politiskar flokkar, løgitngslimir og valevni.
– Tað er neyðugt við fullum gjøgnumskyngi, tá tað umræður tann stuðul, ið politiskir flokkar fáa, sigur Kristina Háfoss.
Endamálið við lógini er at tryggja, at almenningurin altíð kann fáa fult innlit í, hvussu politiskir flokkar, løgtingslimir og valevni fíggja valstríð og virksemi teirra, herundir hvør privatur stuðul verður latin flokkum, løgtingslimum og valevnum.
– Hetta verður gjørt við, at politiskir flokkar skulu gera roknskap, ið eitt nú skal fevna um upplýsingar um inntøkukeldur og stuðul floksins. Herundir upplýsingar um møguligan privatan stuðul. Eisini skal í frágreiðing til roknskapin upplýsast, um løgtingslimir ella valevni floksins fáa privatan stuðul samsvarandi hesi lóg, sigur hon.
Um talan er um uttanflokka valevni ella uttanflokka løgtingslim, og viðkomandi fær privatan stuðul samsvarandi hesi lóg, skal viðkomandi lata fyrisitingini hjá Løgtinginum frágreiðing um møguligan stuðul.
Almenningurin kann fáa innlit í roknskapir hjá politisku flokkunum og frágreiðingar frá uttanflokka valevnum og løgtingslimum hjá fyrisiting Løgtingsins.
– Í dag eru politiskir flokkar, løgtingslimir og valevni ikki áløgd at upplýsa alment um møguligan privatan stuðul. Hetta ger, at almenningurin ikki veit um og í hvønn mun politiskir flokkar, løgtingslimir og valevni eru privat stuðlað og harvið hava fíggjarligt tilknýti til privatar stuðlar, sigur Kristina Háfoss.
Hon sigur, at lógaruppskotið fer at broyta hesa støðu og tryggja innlit í, hvørjar inntøkukeldur og hvønn stuðul politiskir flokkar hava, og um valevni og løgtingslimir eru fíggjað av privatum stuðlum.
– Harvið gerst gjøgnumskygnið og rættartrygdin størri í politisku skipanini í Føroyum, sigur Kristina Háfoss.
Meira um málið seinni.