Nýggj gransking í Danmark er komin fram til, at fólk, ið venja í varligum ella lágum tempo, liva longri enn tey, sum venja í høgum tempo.
Granskingin vísur eisini, at fólk, sum venja hart, liva heldur ikki longri enn fólk, sum als ikki venja.
Hetta skrivar The Journal of the American College of Cargiology.
- Líkamikið, um tú situr heima í stovuni og spælir ludo ella spurtar í parkini, hevur tú somu lívslongd. Tað kemur óvart á og er ein týdningarmikil boðskapur at fáa fram, sigur hjartalæknin Peter Schnohr (jú, tað eitur hann veruliga) við DR Viden.
Hugsar tú um, hvussu leingi tú vilt liva, er best at jogga í 1 til 2,4 tímar um vikuna. Fólk, sum gera tað, liva longri enn tey, sum venja harðari ella als ikki venja.
Lars Nybo, sum er professari í venjingarfysiologi heldur, at fólk kunnu venja hart av og á fyri at betra um formin, men at tað er sunnast ikki at yvirdríva venjingina.