Nýggjasta útgávan av skaldskapartíðarritinum Vencil verður løgd fram í Sirkus Føroyum í Vágsbotni kl. 20 í kvøld. Hetta er 8. útgávan av ritinum, sum nú fær sess á trúnuni saman við undanfarnu feløgum sínum.
Í sambandi við tiltakið, verður upplestur, har høvundar, ið hava skrivað tekstir til Vencil, fara at lesa upp. Eisini verður høvi at ogna sær ritið fyri ein sámiligan penga, og at tekna seg sum haldara.
Hesaferð hevur myndlistamaðurin Zacharias Heinesen verið á grafiska verkstaðnum, Steinprent, og myndprýtt permuna til Vencil.Myndaevnið er úr stuttsøguni »Vrakið« eftir franska rithøvundin Guy de Maupassant. Hanus Kamban hevur týtt søguna úr fronskum.
Aftur í hesi útgávuni mynda rithøvundar bæði heima og heiman innihaldið í Vencili. Vencil hevur tekstir, ið fevna um tað gerandisliga sjabbið, persónligan sárseyka, samkynd, jarðarferðir, ódjór, kríggj, yvirgongdina til ein vaksnan heim og mýtukendar tekstir.
Hevður onkur hug at tekna seg til haldara, kann hetta gerast á heimasíðu Vencils: www.vencil.fo