Venda veljarunum bakið

   

Ó.H Biskopstø
?????????????

Ikki kann man lata verða at viðmerkja sambandsmannin Bárð Nielsen í sambandi við grein í Sosialinum um tann sokallaða skattalættan. Nú eftir valið vísa sambandsmenn, hvat teir veruliga standa fyri tá tað snýr seg um tann vanliga verkamannin, nú kemur tað virkuliga talið á borðið og sum veljari teirra hevur trúð uppá.
Sambandsflokkurin fekk eina stóra framgongd í Norðoyggjum, har eru næstan bara verkamenn og kvinnur sum í fávisku hava givið sambandinum krossin í teirri trúgv at teir skuldi fáa skattalætta og sum fór at lætta um daglidagin hjá teimum. Blekkið er ikki blivið turt, longu venda teir veljaranum bakið og geva teimum 129 kr um mánan fyri stuðulin og sær sjálvum 3000 kr um mánan fyri arbeiði hjá sær at heilavaska veljaran, hettar er eisini orsøkin til at lættin varð hildin loyniligur til beint áðren vali so eingin hevði tí at rokna úrsliti áðren krossurin skuldi setast.
Orðini hjá Bári siga hvat hann heldur um veljarar sínar.
- Ein, sum forvinnur heilt lítið, betalir kanska bara 25-30% í skatti. Eg haldi ikki, at tað er rímiligt, at ein ein slík løn eigur at fáa skattalætta.-
Hettar er ikki heilt rætt tali er 30-40%.
Hesi orð vísa takksemi til tímalønt sum við stríð og strev hava fingið landi upp úr kreppuni. Hettar er tað sum sambandi stendur fyri "Tit skulu gjalda Vit skulu valda".
Alt hettar vísir eisini at teir klóku heilarnir í flokkinum vita hvar peningurin til teirra høgu lønir má koma frá tí halda teir so fast í blokkin. Hettar man Fólkaflokkurin eisini hava haft ilgruna til nú teir eisini eru vorðnir meira sambandssinnaðir.