Í løtuni venja umleið 14 fólk úr Føroyum til eina Kettlebell kapping, sum verður í Danmark 28. mars. Seks av luttakarunum úr Føroyum eru undir 18 ár, og hini fýra konufólkini og fýra mannfólkinim, eru vaksin yvir 18 ár.
Kettlebell kappingin er undir fegagi, sum kallast IKFF (International kettlebell and fitness federation), sum er alheimskent felag. Føroyingarnir sum fara venja allir til kappingina í Fullpower Føroyar, í Klaksvík. Kappingin verður hildin í Næstved, Sjællandi við tí fyri eyga at hækka støði í ítrottinum, og fyri at samla kettlebell áhugaði fólk í Danmark og úr norðanlondum.
- Tað er ein blandingur av ymiskum fólki. Vit hava fimileikarar, rógvarar og ein gamlan Judo meistara So tað er ein góð cocktail, greiðir Eyðun Mortensen, venjari í Fullpower Føroyar, frá.
Í eini slíkari kapping, venur man eina venjing í 5 ella 10 minuttir, uttan at steðga ella seta kúlurnar frá sær. Hesar venjingarnar eita snatch, jerk, long cycle og biathlon sum er ein samling av snatch og jerk.
Til eina kapping verður bólkaður í tyngdar- og aldursbólkar. Ung fólk og konufólk kappast aloftast við kúlum, sum viga 12, 16 ella 20 kilo. Mannfólk haraftur móti brúka oftast 24, 28 ella 32 kilo, greiðir Eyðun Mortensen frá.
Tað gongur simpulthen út uppá at lyfta so ofta sum tilber uppá 5 ella 10 minuttir, sigur hann.
Eftir úrslitunum frá DM í fjør at døma, heldur Eyðun at útlitini hjá teimum eru góð.
- Tað sær út til at fara at gangast væl hjá okkum. Serliga tey ungu standa væl og hava sera ljósa framtíð. Størsta avbjóðingin verður nokk at gera venjingarnar rætt, fyri ikki at verða diskvalfiseraði. Tað er ekatremt hart at standa og pressa seg sjalvan í 10 minuttir út í eitt. So har hopi eg bara at vit øll klára, í hvørfall at klara okkum igjøgnum tíðina, sigur hann til endans.