Í næstu viku fer suðurkoreanska verjan at hava fleiri venjingar, og millum annað skulu hermenn venja á oynni Yeonpyeong, sum Norðurkorea bumbaði í november í fjør. Álopið kravdi fýra mannalív.
Ein talsmaður fyri verjumálaráðið í Seoul sigur við fronsku tíðindastovuna AFP, at hermenninir fara ikki at skjóta granatir ella rakettir ímóti norðurkoreonskum øki. Talsmaðurin leggur afturat, at amerikanskir eygleiðarar fara at fylgja við venjingunum.
Hernaðarvenjingar hava ofta elvt til spenning millum tey bæði londini á Koreanesinum. Tað var eisini ein suðurkoreonsk venjing, sum fekk Norðurkorea at bumba Yeonpyeong í november. Tá var Norðurkorea í øðini um, at suðurkoreanski herflotin hevði skotið rakettir inn í eitt sjóøki, sum bæði londini kanna sær.
Fyrr í ár royndi Noðurkorea at hótta Suðurkorea til at avlýsa eina venjing, men venjingin bleiv fullførd, uttan at nakað hendi.