Venjarafelagið: Heimir ársins venjari

Heimir Guðjónsson, Hegga Samuelsen og Mathias Davidsen eru allir heiðraðir

Leygardagin fekk HB FM-steypið handað. Undan dystarbyrjan var longu greitt, at HB ikki kundi takast í ár. Tí kundi Venjarafelagið eisini kunngera sín ársins venjara undan dystinum. Valið fall ikki óvæntað á HB-venjaran, Heimir Guðjónsson. Tað er Símun Eliasen og Frankie Jensen, sum handa steypið.

 

Venjarafelagið skrivar soleiðis um ársins venjara 2018: 

”Heimir Guðjónsson má sigast at hava gjørt eitt megnar arbeiði fyri HB hetta kappingarári, HB venjarin, gjørdist tá ið saman um kom, ikki óvæntað og eins greitt sum HB, ársins venjari hjá monnum.

 

Heimir hevur saman við sínum monnum í HB haft eitt ikki bara framúr gott, men eisini eitt met gott kappingarár. Heili 73 stig av 81 møguligum, tað verður sera trupult hjá nøkrum felagið at endurtaka. Heimir leiddi eisini sínar menn fram til finaluna um løgmanssteypið, har tað tó bleiv til eitt tap fyri B36, eftir longda leiktíð og brotssparkskapping.

Hetta er sjálvsagt fyrsta FM heitið hjá Heimir í fyrstu royndini. Vit síggja við spenningi fram til komandi kappingarár.”

 

Hegga og Mathias

Tað bleiv eisini kunngjørt leygardagin, at Jógvan Hendrik ”Hegga” Samuelsen er ársins venjari í 1.deild. Hann hevur í ár tryggjað ÍF gullið og uppflyting. Eisini er Mathias Davidsen, venjari hjá EB/Streymi/Skála, valdur til ársins venjara hjá kvinnum.