Venjarar eiga eisini ábyrgd

Formaðurin í dómarafelagnum, Petur Reinert, er púra samdur í, at spælarar eiga at verjast. Men hann hevur samstundis hug at spæla bóltin retur til venjararnar

Fótbóltur

 

Petur Reinert er ikki púrasta ósamdur, tá Eli Hentze og Eyðun Klakstein báðir rópa varskóð um, at spælararnir verða vadir ov lítið í føroyskum fótbólti í dag.

- Reglurnar á økinum sum so eru annars púra greiðar. Metir dómarin, at ein tackling setir heilsuna hjá mótspælara í álvarsligan vanda, eigur reyða kortið at togast fram. Og hagtølini vísa, at tað er hampuliga langt ímillum tey beinleiðis reyðu kortini í Føroyum. Hinvegin er hetta altíð ein metingarspurningur, og dómarin hevur ikki alla tíð at umráða seg í. Ikki tí at tað skal vera nøkur umbering, men ofta er tað so, at ivast tú í gulum og reyðum, so verður tað gula aloftast nýtt. Og so kann tað væl vera, at tú seinni á sjónbandið sært, at hatta kanska skuldi verið reytt, sigur Petur Reinert.

- Og so er tað sjálvandi eisini so, at vit skulu viga fyri og ímóti. Eg veit væl, at teir spælarar, sum eru dugnaligir, mangan fáa harða viðgerð. Men ofta eru tað somu spælarar, sum detta fyri eitt gott orð, og tí ivast tú ofta sum dómari, sigur Petur.

 

Keane sat ikki á beinkinum

Petur Reinert viðgongur eisini púrasta blankt, at er tað so, at føroysku dómararnir ikki eru nóg dugnaligir til at umsita tann partin av fótbóltsreglunum, so skal hetta strammast upp. Men samstundis hevur hann eisini hug at sparka bóltin aftur til venjararnar.

- Vit skulu sjálvandi ikki renna undan ábyrgd. Men eg havi hug at koppa tingunum eitt sindur á – ella hyggja at tí stóru heildarmyndini, um tú vilt.

- Eg veit væl, at fótbóltur ikki er nakar sunnudagsskúli, men eg havi so ongan tíð biðið nakrar spælarar fara út á vøllin at sparka hvønn annan niður. Eg skal ikki ákæra nakran venjara fyri tilvitað at fáa spælarar sínar at sparka mótstøðumann niður. Men eg havi heldur ikki sæð nakran venjara sett ein spælara á beinkin, tí hann hevur spælt ov harðliga. Tað er eitt sindur sum at hoyra Alex Ferguson, tá hann tosar um, at Ronaldo verður ov lítið vardur. Ronaldo fær harða viðferð, men samstundis var Ferguson í fleiri ár venjari hjá Roy Keane, og hann varð ongan tíð settur á beinkin vegna ov hart spæl, so hatta vendir báðar vegir.

- Og støðan hjá venjarunum er kanska eisini skiljandi. Teir vilja vinna fyri nær sagt ein og hvønn prís. Hagtølini í fjør staðfesta so dyggiliga, hvat hendir, um teir ikki vinna, og tí verður nógv lagt fyri. Kanska ikki við boðum um, at mótstøðuspælari skal skaðast, men hevur mótstøðuliðið ein spælara, sum gevur trupulleikar, so verða boð givin um at steðga honum.

- Sjálvandi kanst tú tá siga, at tað er dómarans ábyrgd at ansa eftir hesum. Og kanska er hetta ein keðiligur tendensur, sum er í ferð við at sníkja seg inn í føroyskan fótbólt. Men standa vit í eini støðu, har hetta er partur av spæliætlanini, so er hetta nakað, sum fótbólturin í felag má viðgera. Og í øllum førum skal eg taka hattin av, um nakar venjari torir at taka í egnan barm í so máta, sigur Petur Reinert.

 

Ov langt til leikbann

Nakað annað, sum Petur Reinert heldur kann hjálpa í so máta, er, at um reglurnar fyri gul kort vórðu herdar.

- Tú sært í dag, at spælarar skulu hava fimm gul kort, áðrenn fyrsta leikbannið fellur. Og tað er ov nógv. Ikki fyrr enn tey fyrstu trý eru komin, fer ein spælari at hugsa um hetta, og tað merkir, at virðingin fyri hesum verður ov lítil. Fyri tveimum árum síðani førdi eg sjálvur hetta fram á fundi við venjararnar, men tað fall ikki í serliga góða jørð. Venjararnir vilja jú helst ikki, at spælararnir hjá teimum skulu hava leikbann, og tað prógvar aftur, at tað vendir báðar vegir fyri venjaran. Vil hann síggja sínar bestu spælarar vardar betur, so merkir tað kanska eisini, at harðastu spælarar hansara sita meira uttanfyri. So kunnu vit væl fáa ábyrgdina, men vit eiga hana ikki einsamallir, sigur Petur Reinert.