Venjarar og spælarar lurta eftir fysioterapeutunum (FM1)

(FM1) Annar av fysioterapeutunum hjá HB, Klæmint Isaksen var gestur í Gullradio sendingini seinnapartin

Ein týðandi lyklapersónur hjá einum meistaraliði uttanfyri vøllin er ein góður fysioterapeutur.

 

Klæmint Isaksen sum saman við Jóan Magnusi Lamhauge Dalbø er fysioterapeutur hjá HB vitjaði Gullradio sendingina á FM1 seinnapartin um leiklutin hann hevur í hópinum hjá HB, og til eitt prát um starvið annars.

 

Venjarar og spælarar lurta eftir tilráðingunum hjá fysioterapeutunum, greiðir Klæmint Isaksen m.a. frá.

 

Klæmint Isaksen viðgongur, at tað tað er munandi stuttligari at verða fysioterapeutur hjá einum liði sum vinnur FM enn at verða fysioterapeutur hjá einum liði sum endar sum nummar fimm í kappingini. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna sum var við Klæmint Isaksen í Gullradio sendingini seinnapartin.