Venjarin hjá Hillerød væntar Adrian verður seldur í vetur

Adrian R. Justinussen hevur skotið 18 mál í 30 dystum fyri Hillerød

Adrian R. Justinussen er blivin ein stórur profilur í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, NordicBet liguni.

 

Landsliðsleikarin hevur skotið 18 mál í 30 dystum fyri Hillerød, og tí væntar høvuðsvenjarin hjá Hillerød, Christian Lønstrup, at Adrian verður seldur tá flytingarvindeygað letur uppaftur.

 

Hetta segði Christian Lønstrup við danska Viaplay undan dystinum hjá Hillerød móti Hobro á útivølli. Uttan Adrian, ið er við landsliðnum megnaði Hillerød javnleik 2-2 móti Hobro.

 

- Hetta er tað nýggja Hillerød. Vit eru eitt seljandi felag, og tað tí vit hava avrikað so væl. Mær dámar væl, at onnur feløg gjarna vilja hava mínar leikarar, sjálvt um tað er ein avbjóðing fyri okkum. Vit mugu alla tíðina verið greiðir um tað sum kann henda, og tá Adrian hevur avrikað sum hann hevur gjørt tað farna árið, so fer tað ikki at undra meg um hann verður seldur í vetur, sigur Christian Lønstrup til Viaplay. Christian Lønstrup heldur, at bæði feløg í donsku superliguni og útlendsk feløg kunnu koma upp á tal. 

 

Undan seinasta flytingarvindeyganum segði stjórin í Hillerød, Jackie Rasmussen við bold.dk, at feløg í donsku superliguni høvdu víst áhuga fyri Adrian.