- Venjarin skal skapa eitt lið, har felagsandin skínur ígjøgnum og har menn kempa við stoltleika fyri Klaksvíkar Ítróttarfelag.
Soleiðis sigur Jóhann Lutzen, sum situr í leiðsluni í KÍ, við heimasíðuna hjá Bláu Bylgjuni. Hann staðfestir á fjepparasíðuni, at nýggjur venjari verður kunngjørdur í vikuni.
Gitingarnar eru nógvar í sambandi við, hvør nýggi venjarin verður. Piotr Krakowski og Johan Nielsen eru millum teirra.