Venjarin var nøgdur við úrslitið

Fyri fyrstu ferð eydnaðist tað føroyska badmintonliðnum at vinna tvey heiðursmerki til Oyggjaleikirnar. Venjarin var nøgdur við úrslitið, hóast hann iðraði seg eitt sindur um, at tað ikki gjørdist til eitt gullmerki í einmansleikinum

Lerwick: Føroyska badmintonliðið fekk sítt besta úrslit á Oyggjaleikunum nakrantíð, tá ið tað eydnaðist at vinna tvey heiðursmerki í Hetlandi.
Ragnar Rasmussen vann bronsu í einmansleikinum, og Aksel Poulsen vann silvur, eftir at hann tapti finaluna ímóti grønlendska Bror Madsen, sum eisini hevði sent Bjart Lamhauge og Ragnar Rasmussen úr kappingini.
Liðið hjá føroyingunum endaði sum nummar 5 í kappingini.
 Eg eri sera væl nøgdur við hesa kappingini. Fyriskipanin hevur verið góð, og úrslitið hjá okkum er eisini fínt. Vit fingu tvey heiðursmerki, og tað er fyrstu ferð, at Føroyar hava klárað tað. At vit so ikki fingu eitt gullmerki til seinast, var keðiligt, men samanumtikið var úrslitið gott, segði venjarin hjá føroyingunum, Jonas Gai.

Iðraði seg um finaluna
Aksel Poulsen hevði eina góða kapping, og hann hevði møguleikan fyri gulli í einmansleikinum, tá ið hann kom í finaluna. Har eydnaðist tað tó ikki at vinna.
 Aksel helt seg væl til ætlanin, sum vit høvdu lagt. Aksel skuldi royna at spæla Bror runt á vøllinum, og tað gekk heilt væl. Bror sló rættiliga væl, og hann kom nær linjunum alla tíðina. Aksel sló eitt sindur ov langt til tíðir, men hann helt seg til ætlanina. Tað var bara ikki nóg mikið í dag, segði Jonas Gai.
 Bror ger eitt sindur færri feilir enn Aksel, og tí vinnur hann. Tá ið Aksel klárar at spæla hann runt á vøllinum, so vinnur Aksel eisini bóltarnar. Men tíverri so gjørdi Aksel ov nógv mistøk í dag.
Tað tykist sum Føroyar hava fleiri góðar og spennandi badmintonspælarar í løtuni, og á Oyggjaleikunum fáa teir hóskandi avbjóðingar.
 Oyggjaleikirnir passa væl til føroyskt badminton. Støðið er soleiðis, at vit kunnu vera við, og vit kunnu spæla upp ímóti teimum flestu oyggjunum. Vit fingu eitt fimta pláss í liðkappingini, men um vit høvdu fingið møguleikan at spæla ímóti Grønlandi ella Hetlandi, sum vóru frammanfyri okkum, so rokni eg við, at vit kundu fingið eitt gott úrslit, helt venjarin.