Aldursforsetin í føroyskum fótbólti verður aftur komandi ár at síggja í Effo-deildini. Teir tryggjaðu sær plássið í seinsta dystinum.
Milan Kuljic var venjari í fjør, men hann heldur ikki fram í felagnum. Hann hevði ein eitt ára sáttmála, men partarnir hava ikki longt samstarvið. Tí hevur TB leitað eftir nýggjum venjara, meðan Milan Kuljic hevur leitað eftir nýggjum venjarastarvi.
Leiðslan í TB hevur funnið nýggja venjaran, men hann verður ikki settur fyrr enn miðskeiðis í jólamánaðanum.
«Tað eru nøkur viðurskifti, sum skulu koma upp á pláss fyrst. Vit vóna, at venjarin verður settur um tvær vikur, sigur Andre Dalfoss við Sosialin.
Hann vil ikki koma inn á hvør venjarin er, ella um hann er føroyingur ella útlendingur.
«Vit hava funnið ein venjara, sum vit meta kann samansjóða ein hóp, sum er mannaður av bæði ungum og eldri leikarum, sigur Andre Dalfoss.
Andre Dalfoss metir ikki, at tað hevur havt nakra sum helst ávirkan á felagið, at tað ongan venjara hevur havt síðani kappingarenda.
«Vit hava ein dugnaligan ítróttarstjóra í Hans Fróða Hansen, sum hevur tikið sær av øllum, sigur formaðurin greiður á málinum.
TB fer í ár at geva fleiri av ungu leikarunum møguleikan, men tað er óvist um Gilli Sørensen verður millum teirra. Hann var ein av stjørnuleikarunum í farna kappingarárið, men okkurt bendir á, at hann er ávegis til HB.
Nenad Stankovic heldur ikki fram, meðan keldur hjá Sosialinum siga seg vita, Dmitrije Jankovic hevur spurt seg fyri hjá øðrum feløgum. Tí kann hugsast, at hann heldur ikki verður at síggja í felagnum.