Venji minni

Magni Mohr, Ph.D i venjing, er sannførdur um, at skulu tey, sum longu eru í toppinum innan føroyska ítrótt gerast betri, so mugu tey venja minni. – Ikki bara hugsa um kilometrar. Hugsa eisini um intensitetin, segði hann í Norðurlandahúsinum í gjár

Oyggjaleikir

Eirikur í Jákupsstovu

[email protected]


Magni Mohr er óivað mest virda navnið innan vísund handan ítrótt í Føroyum. Í gjár helt hann ein fyrilestur í Norðurlandahúsinum, og niðurstøðan var púra greið.

Fólk, sum eru í góðari venjing og venja eina rúgvu um vikuna, mugu syrgja fyri at vaksa um intensitetin í venjingunum, tí tá mann er komin á eitt ávís støði, kann tað gera tað sama, hvssu nógvar tímar og kilometrar mann venur, um intensiteturin ikki er nógv høgur.

Hesum niðurstøðum grundgav Magni Mohr við, at hann hevði verið við at gera royndir við maraton rennarum, og við at broyta venjingina hjá honum eitt lítið sindur við hægri intensiteti, gjørdi hann framgongd, sum hann ikki hevði gjørt leingi.


Mugu kanna atletar

Somuleiðis staðfestir Magni Mohr, at uttan vísindaligar kanningar av atletum so er sera torført at fáa røttu venjingina burturúr.

- Vit mugu kanna okkara ítróttarfólk, tí annars verður sera torført at siga, hvussu fólkið skal venja, staðfesti hann.

Hann legði í sama viðfangi afturat, at hóast mann ikki hevur kanningar, so má mann hugsa um at trappa venjingina niður seinastu 10 til 12 dagarnar fyri kapping.