Venjing: Lúka 5 - 1 leg romanian deadlift

Stand við samlaðum beinum. Lyft nú tað eina beinið aftureftir, við strektum knæ, samstundis við at tú boyggir yvirkroppin framav, har ryggurin er rankur allatíð. Tá tú kemur til eitt punkt, har tað strammar í baklærinum, skalt tú spakuliga venda aftur til útgangasstøði. Endurtak. Tað er umráðandi, og avbjóðandi, at halda mjædnarar stabilar í hesari venjing, men royn ikki at snara kroppin ov nógv, ímeðan tú ger tíni Romanian deadlifts.

 

Hendan venjingin rakar mest baklær og rumpuvøddarnar. Summar kanningar hava víst at júst hendan venjingin fær baklærið at arbeiða so hart sum tað yvirhøvur kann. Um tú merkir onkra ansperru í morgin, 6. desember, er tað júst tí.

 

Tá tú ger hesa venjing, skalt tú merkja strekkið í bakærinum, tá yvirkroppurin er á veg niður, og tú skal merkja baklærið/rumpuna arbeiða, tá tú er á veg upp aftur til start-støðuna.

 

Uppskot til endurtøkur: 10 til hvørt bein

 

Niklas Reginsson

Fysioterapeutur

NB Fysioterapi