Venjing og samvera í Kollafirði

Heilsu- og umsorganartænastan hjá Tórshavnar kommunu fer nú at bjóða eitt venjingartilboð til fólkapensjónistar í Kollafjarðar skúla.

Heilsu- og umsorganartænastan hjá Tórshavnar kommunu fer nú at bjóða eitt venjingartilboð til fólkapensjónistar í fimleikarhøllini í Kollafjarðar skúla.

 

- Tilboðið er fyri menn og kvinnur eldri enn 67 ár, sum vilja gera okkurt gott fyri heilsuna og samstundis hava eina góða løtu saman.

 

Í Tórshavnar kommunu siga tey, at hetta í fyrstu atløgu verður ein verkætlan, sum varar frá 17. oktober til 1. desember, og hetta er fyri at vita, hvør undirtøkan fyri tiltakinum er. Er áhugi fyri venjingartilboðnum, verður hildið fram komandi ár.

 

Lagt verður aftrat, at endamálið við venjingartilboðnum er at menna, halda við líka ella endurvinna mest møguliga rørslu og virkni.

 

- Við hesum verður eisini stuðlað undir kjarnuuppgávuna hjá Heilsu- og umsorganartænastuni, sum er at eggja borgaran soleiðis, at viðkomandi gerst virkin og vakin alt lívið.

 

Í fimleikarhøllini í Kollafjarðar skúla verður fyrst hitað upp, og síðan verða ymisk spøl og venjingar, og dentur verður lagdur á, at øll kunnu verða við. Vant verður týsdag og hósdag frá kokkan 14.30-15.30.

 

Meira um tilboðið í Kollafirði kann lesast um heimasíðuna hjá Tórshavnar kommunu – www.torshavn.fo