Venjingarhølið er savningarstað

Nýinnrættaða motiónsrúmið á sjúklingahotellinum Tórshavn í Keypmannahavn fer serliga at fáa týdning fyri tey, sum steðga leingi á hotellinum

Sjúklingar og avvarðandi teirra, sum gist á sjúklingarhotellinum Tórshavn í Keypmannahavn, eru so smátt farin at kunna seg við venjingartólini.
Í næstum fáa tey eina veruliga kunning um, hvussu tólini kunnu brúkast.
- Ein føroysk kvinna, sum lesur til fysioterapeut, hevur ringt og spurt, um hon saman við tveimum øðrum kann koma higar at gera uppgávu um hesa tænastuna, sigur Marita Bau, sjúkrarøktarfrøðingur og varaleiðari á sjúklingahotellinum.
Komandi fysioterapeutarnir fara tá at vísa, hvat alt tað ymiska kann brúkast til, og tað fer óivað við sær, at áhugin fyri venjingini fer at vaksa, væntar Marita Bau.
Hon heldur tað av fleiri orsøkum vera gott at hava eitt slíkt venjingarrúm á hotellinum.

Gott fyri alt
Eitt er, at tað er gott fyri øll at røra seg, men nógv steðga leingi, og fyri tey kemur væl við at hava okkurt at takast við. Tað er í sær sjálvum einki hugaligt at fara til Danmarkar í sjúkarørindum.
- Serliga hugsi eg um tey, sum eru einsamøll her, tí her kunnu fólk vera saman. Sjálvt um Føroyar eru eitt líti land, er tað ikki so, at allir føroyingar kennast. Fyrr høvdu fólk tað stuttligt í roykirúminum. Roykirúmið er gjørt um til venjingarrám, har tey nú kunnu hava tað stuttligt.