Sudanska stjórnin sýtir fyri at útflýggja tveir menn, sum eru skuldsettir fyri krígsbrotsverk í landspartinum Darfur. Stjórnin í Sudan vil ikki gera eftir áheitanini frá revsidómstólinum hjá ST um at útflýggja tveir menn, sum dómstólurin hevur skuldsett fyri krígsbrotsverk í Darfur.
Stjórnin sigur, at altjóða dómstólurin hevur ongan myndugleika í Sudan, og at stjórnin kann sjálv rættarsøkja fólki, sum eru sek í krígsbrotsverkum.
Dómstólurin í Haag hevur kravt, at fyrrverandi innanríkisráðharrin Ahmed Haroun og ein leiðari hjá teimum harðrendu Janjaweed-deildunum verða sendir til Haag. Ákærin í Haag vil vera við, at teir eru sekir í 51 brotsverkum, ið kunnu flokkast sum krígsbrotsverk.